Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Venjaratoymið heldur fram

Jóhann Lützen

Komandi kappróðrarár verða Magnus Norðberg, Jógvan Højgaard og Brandur Kjølbro venjarar hjá KRF.

 

– Vit vilja halda fram við góðu gongdini, og tí fegnast vit um, at venjaratoymið frá 2022 tekur eitt ár afturat í felagnum. Magnus, Jógvan og Brandur eru allir royndir og ágrýtnir rógvarar, og vit vænta eitt spennandi og gevandi kappróðrarár í 2023.

Árið 2023 verður sermerkt fyri okkum, tí 1. januar flyta vit í eitt nýtt snotuligt neyst mitt í miðbýnum í Klaksvík. Nógv tíð og orka hevur verið brúkt til at fáa umstøðurnar so góðar sum tilber, og vit vóna og vænta, at góðu umstøðurnar og dygdargóð venjing verður til gagns fyri manningarnar í KRF.

Venjingin til FM-kappingina 2023 byrjar 1. februar. Barnamanningar byrja 1. mars.

 

Til ber at kappast í hesum bólkum:

  • 5-mannafør gentur, barnaróður, (árg. 2009-2011)
  • 5-mannafør gentur, U16 (árg. 2007-2009)
  • 5-mannafør gentur, U18 (árg. 2005-2006)
  • 5-mannafør kvinnur
  • 6-mannafør kvinnur
  • 5-mannafør dreingir, barnaróður, (árg. 2009-2011)
  • 5-mannafør dreingir, U16 (árg. 2007-2009)
  • 5-mannafør, dreingir, U18 (árg. 2005-2006)
  • 6-mannafør menn
  • 8-mannafør menn
  • 10-mannafør menn
Harleyfacadeacryl