Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin hevur sjálvur lagt trýst á seg

John William Joensen

Sigur formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sum heldur ikki at útlendingarnir sum venjarin kom við hava liva upp til forvantningarnar

Formaðurin í HB og stjórin í P/F Havnar Fótbóltur fóru gjáramorgunin til Geneve har lutakast verður um Evropa Cup luttøkuna hjá HB.
Tað hava verið nógvar telefonsamrøður allan mikudagin millum toppin í HB og hinar limirnar í leiðsluni og tað endaði við at HB leikararnir gjárakvøldið vóru kunnaðir um at venjarin hjá HB varð uppsagdur.

Hevur ikki gingið nóg gott
Birgir Enghamar sigur við Norðlýsið at tað stuttsagt ikki hevur gingið nóg væl í ár.
– Leiðslan er samd um at tað hevur ikki gingið, sum ætlað í ár og tað hava verið øðiliga stórar svingningar.
– Lat meg siga beinan vegin at venjarin er ein fyrimyndaligur persónur, sum leiðslan í HB hevur havt eitt sera gott samstarv við. Hann er eisini sera professionellur og seriøsur í allar mátar.
– Men úrslitini hava sum sagt ikki verið nøktandi og tí er hendan avgerðin tikin.

Venjarin lagt trýst á seg sjálvan.
HB formaðurin er ikki samdur við venjaran um at viðhaldsfólkini hjá HB hava ov høgar forvantningar.
– Venjarin sjálvur ynskti m.a. at fáa Marcin Dawid og Milan Kuljic til felagið og tað fekk hann. Men teir hava ikki verið tann íblásturin til felagið, sum venjarin vildi vera við og tí hevur hann sjálvur sett nakrar forvantningar sum vístu seg ikki at halda.
– Tá felagið fer eftir útlendingum er tað klárt at teir mugu geva meira enn leikarar, sum eru í felagnum, og tað mugu vit so staðfesta hevur ikki verið tilfeldið við útlendingunum sum venjarin kom við.

Hava ikki bakka fyri ávísum leikarum
Venjarin hjá HB váttar at tað hava verið ávísir trupuleikar millum leikarar á liðnum, men HB formaðurin vísir aftur at leiðslan hevur handlað eftir ynski frá leikarum.
– Tær ósemjur sum vóru í hópinum hava vit loyst innanhýsis og uppsøgning av venjaranum hevur als ikki verið diskotera við leikarar.
– Vit kunnaðu leikararnar gjárakvøldið um avgerðina og tað er tað einasta sum teir hava verið inni í málinum,

Birgir Enghamar og Steinfinnur Mittelstein eru sum sagt í løtuni í Geneve har lutakast verður í morgin á middegi. HB formaðurin segði at enn vistu teir einki um hvørjum liðið teir hava møguleika fyri at møta.