Norsku bløðini skriva eisini um veðurlíkindini í Føroyum, nú Glimt skal spæla seinna dystin móti KÍ í morgin. Venjarin, Kjetil Knutsen, sigur í stuttari viðmerking til Avisen Nordland, at seinasta freist úr Noreg er kl. 10.00 í morgin, tí Glimt hevur aftur ein dyst leygardagin.
Eisini sigur venjarin, at hann var fyrireikaður upp á at hetta kundi henda. Millum annað hevði hann sæð, at eitt flogfar, ið skuldi úr Bergen í gjár, heldur ikki slapp avstað.
Av tí at flúgvarin hjá Glimt ikki fór eftir ætlan, fór liðið ein stuttan túr á vøllin aftur í Noreg, har ein løtt venjing varð avgreidd.
Venjarin staðfestir, at tíðin ikki er ein viðspælari hjá teimum í løtuni.



