Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin væntar sera truplan dyst við Stórá

Jákup Ósá

Nógv barometur tala fyri, at hetta verður ein sera trupul uppgáva, sigur Mikkjal K. Thomassen undan torføru uppgávuni hjá KÍ í Trongisvági sunnudagin.

Sunnudagin er fyrsti landskappingardystur á skránni, tá KÍ vitjar TB, sum í fjør flutti upp úr næstbestu deildini. TB hevur fyrrverandi KÍ venjaran, Páll H. Guðlaugsson, sum høvuðsvenjara, sum núverandi KÍ venjarin, Mikkjal K. Thomassen, heldur dugir sera væl at seta leikararnar upp til dystir.

– Tað verður ein sera trupul dystur. Páll H. Guðlaugsson er ein dugnaligur venjari, sum hevur góð úrslit móti KÍ. Hann dugir sera væl at seta leikarar upp til einstakar dystir. So nógv barometur tala fyri, at hetta verður ein sera trupul uppgáva. Eisini tí, at TB er uppflytari og uppflytarar fáa sum oftast flest av sínum stigum í fyrsta triðinginum av kappingini. Tí er tað ikki ein ynskisstøða, at spæla hendan dystin fyrst, men hinvegin so skulu vit óansæð møta teimum seinni. Sum útgangsstøðið eru vit ikki ónøgdir, um vit fáa eitt stig. Allir dystir liva sítt lív og vit hava í grundini ikki peiling av, hvar vit liggja í mun til TB, tí vit hava ikki spælt ímóti teimum í ár. Tí vita vit ikki, hvat kemur at henda. Men vit vita, at vit hava stýr á nøkrum tingum, sigur Mikkjal K. Thomassen, sum væntar ein javnan dyst við høgum intensiteti.

Ein longri samrøða við Mikkjal er í Norðlýsinum, sum fast til keyps í sølubúðunum.