Meðan HB er liðið, sum er nógv mest sannførandi, so eru B36 og ÍF liðini, ið gera minst um seg í venjingardystunum.
Meðan HB er liðið, sum er nógv mest sannførandi, so eru B36 og ÍF liðini, ið gera minst um seg í venjingardystunum.
Tað er tó ikki tað stóra, ein skal leggja í úrslitini í venjingardystunum. M.a. sóu vit í 2011, at B36 tapti allar venjingardystirnar, men vann greitt FM heitið.
Í vikuskiftinum hava nakrir dystir verið og aðrir eru í dag. Her eru nøkur av úrslitunum við málskjúttum:
B68-KÍ 1-7 (Helgi Samson(2), Hjalgrím Elttør, Álvur Christiansen, Jóannes Bjartalíð, Eivin Sørensen og Jóhan Jacobsen skoraðu málini fyri KÍ. Haraldur Højgaard skoraði fyri B68.
EB/Streymur-AB 2-2 (Gert Hansen og Hans Pauli Samuelsen skoraðu fyri EB/Streym, meðan Dion Spildt skoraði eitt mál fyri AB, meðan hitt var sjálvmál)
FC Suðuroy-TB 3-4 (Teitur Tausen, Bogi Lisberg og Jón Áki Jacobsen skoraðu fyri FC Suðuroy. Hjá TB skoraðu Heini Mortensen, Ragnar Tausen, Babacar og eitt var sjálvmál)
07Vestur-B36 3-2 (Hjá 07 Vestur skoraði Tór Ingar Akselsen tvey mál, meðan tað eina var eitt sjálvmál. Vit vita ikki málskjúttarnar hjá B36)
HB-ÍF 4-1 (Christian Mouritsen 3 og Bárður Johnsson Heinesen skoraðu fyri HB. Hjá ÍF skoraði Margeir Toftegaard)




