Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjingardystir: Siga úrslitini nakað um styrkina?

Jákup Ósá

Norðlýsið hevur hugt eftir, um samsvar var millum úrslit í venjingardystum og endaligu støðuna í Effodeildini í 2012.

Norðlýsið hevur hugt eftir, um samsvar var millum úrslit í venjingardystum og endaligu støðuna í Effodeildini í 2012.

Fyrsta inntrykkið av stigatalvuni fyri venjingardystirnar í 2012 er, at talvan samsvarar væl fyri meira enn helmingin av liðunum. HB og ÍF vóru sannførandi í venjingardystunum og tey fingu eisini pláss í topp 3 og bæði tóku seg mest fram í mun til 2011. At EB/Streymur ikki lá hægri í venjingardystunum hevur eisini sína frágreiðing. Liðið var sera hart rakt av skaðum og fráfallum hesa tíðina. M.a. vóru Levi Hanssen og Pauli G. Hansen als ikki við, meðan eitt nú Arnbjørn Hansen heldur ikki var førur fyri at spæla nógvar dystir. At uppflytararnir liggja hægri yvir talvur fyri venjingardystir er heldur ikki óvanligt. Hesir leikarar eru ofta eyka tendraðir fyrstu tíðina, nú teir aftur spæla í bestu deildina, har optimisman ofta er stór í feløgunum. Tí skal fyrivarni serliga takast við AB og 07Vestur í venjingardystunum í ár.

Eftir dystirnar vikuskiftið 2-3 mars fer Norðlýsið at gera stigatalvuna upp fyri venjingardystirnar 2013.

Stigatalvan er hendan í 2012 útfrá venjingardystunum, har vit bara tóku úrslit millum lið í Effodeildini:

1. HB (13 stig í 5 dystum, sum er 2,60 stig í miðal pr. dyst) (Endaðu nr. 3)

2. ÍF (13 stig í 6 dystum, sum er 2,17 stig í miðal pr. dyst) (Endaðu nr. 2)

3. TB (7 stig í 4 dystum, sum er 1,75 stig í miðal pr. dyst) (Endaðu nr. 8)

4. Víkingur (12 stig í 7 dystum, sum er 1,71 stig í miðal pr. dyst)(Endaðu nr. 5)

5. EB/Streymur (11 stig í 7 dystum, sum eru 1,57 stig í miðal pr. dyst) (Endaðu nr. 1)

6. B36 (9 stig í 6 dystum, sum eru 1,50 stig í miðal pr. dyst)(Endaðu nr. 6)

7. KÍ (10 stig í 7 dystum, sum er 1,43 stig í miðal pr. dyst) (endaðu nr. 4)

8. FC Suðuroy (4 stig í 4 dystum, sum er 1,0 stig í miðal pr. dyst) (endaðu nr. 10)

9. NSÍ (9 stig í 9 dystum, sum er 1,0 stig pr. dyst) (endaðu nr. 7)

10. B68 (2 stig í 8 dystum, sum er 0,25 stig pr. dyst) (Endaðu nr. 9)