Tað var sjálvandi ikki so avgerandi, hvat úrslitið bleiv í hesum fyrsta venjingardystinum á árinum, har kanska serliga KÍ var skert av skaðum og fráveru, men NSÍ var betra liðið og vann uppiborið.
Rímiliga stóra talið av áskoðarunum kring vøllin var ein staðfesting av, at klaksvíkingar nú so smátt eru byrjaðir at gleða seg til, at fótbóltskappingarnar aftur fara í gongd.
Veðrið nervaði bert spælið í løtum, men talan var tó ikki um góðveður, har regn og vindur vóru eitt sindur skiftandi gjøgnum dystin við stillum løtum inn ímillum.
KÍ byrjaði við einum sera ungum liði, har bróðurparturin av liðuppstillingini vóru unglingaleikarar, harav onkur mundi spæla sín fyrsta dyst yvirhøvur við Formulaliðnum.
Jákup Mikkelsen var í málinum, og framman fyri hann mannaðu Ovi Nysted og Alex Alves miðverjuna.
Jógvan Isaksen, sum annars verður mettur sum ein framtíðar miðverjuleikari, debuteraði á høgra bakki og ein annar blaðungur leikari, Ári Samson, mannaði vinstra bakkin frá byrjan av dystinum.
Á miðvøllinum byrjaðu Eli Simonsen, Tórður Lervig og argjamaðurin Bjarni Jørgensen mitt fyri, Heðin á Lakjuni var í vinstru, og Álvur Christiansen var í høgra borði.
Einsamallur á toppinum var brasiliumaðurin Rodrigo.
Sostatt vóru 5 av útileikarunum, sum byrjaðu dystin rættiliga ungir leikarar, men hetta broyttist sum vera man, sum tað leið út á dystin, har meira royndir leikarar komu inn á vøllin.
Her kunnu nevnast eitt nú Harley Bertholdsen, sum kom inn á vinstra bakk, Jan Andreasen, sum kom inn mitt á miðjuna, Steffan Kalsø, sum kom inn í álopið, og Jósup Henriksen, sum eisini kom inn í álopspartin.
Helst hava vit gloymt onkran, umframt at flytingar vórðu gjørdar, har venjararnir fluttu onkrar leikarar, so teir kundu royna seg á øðrum plássum.
Og so vóru tað nakrir, sum ikki vóru tøkir vegna skaðar ella fráveru, so sum Símun Joensen, Christian á Lakjuni, John Hammer og Kristoffur Jakobsen, ið sum kunnugt er uttanlands og royndarvenur hjá norska felagnum Hødd, har Rógvi Jacobsen hevur sáttmála.
Um dystin kann í stuttum sigast, at NSÍ hevði betra spælið, men tað vóru tó tíðir í dystinum, har KÍ vísti tenn frameftir vøllinum.
Tó má samanumtikin sigast, at KÍ ivaleyst skal hava nakrar dystir á loggið, áðrenn álopsparturin verður nóg hvassur til at hótta eitt lið, ið er so gott sum føroyameistarin.
Í álopinum var tað serliga Rodrigo, sum var upp til próvtøku, og hann vísti eisini í glottum, at hann dugir at finta og sparka, hóast hann ongantíð fekk bóltin í málið.
Ein annar brasiliumaður, Alex Alves, var upp til roynd í verjupartinum, har hesin dysturin neyvan er nóg mikið til at sannføra venjararnar um, at hann er verdur ein sáttmála.
Umframt útlendingarnar var áhugavert at fylgja teimum nýggju ungu leikarunum, sum hendan dystin fingu rímiliga nógva spælitíð.
NSÍ vann dystin 3-0, har tað var Hjalgrím Elttør, sum setti hol á fyri gestirnar við einum góðum einmansavriki, sum fekk í so nógv pláss, so hann fekk smekka til við brotsteigarmarkið og í KÍ-málið til 1-0.
KÍ hevði eisini onkrar naskar royndir, har kanska serliga Rodrigo var nær við at fáa okkurt málið, men har fekst ikki hol á, og ístaðin gjørdi NSÍ tvey mál afturat og vann tí dystin 3-0.




