Tað var ikki stórvegis at skriva heim um, tá KÍ vann 1-0 í venjingardysti við Margáir í kvøld.
Tað var ikki stórvegis at skriva heim um, tá KÍ vann 1-0 í venjingardysti við Margáir í kvøld.
Nakað av vindi var, men tó væl spælandi, tá EB/Streymur og KÍ leiktu venjingardyst við Margáir í kvøld. At spæla í myrkri ger sum oftast eisini, at vit ikki síggja nógv gott spæl. EB/Streymur manglaði Levi Hanssen og Leif Niclassen. Uppstillingin hjá meistarunum var hendan: Rene Tórgarð—Gert Hansen, Marni Djurhuus, Rógvi E. Nielsen, Árni G. Olsen—Brian Olsen, Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli B. Danielsen—Gunnar Zachariassen, Hans Pauli Samuelsen—-Arnbjørn Hansen.
Hjá KÍ byrjaðu hesir: Gunnar á Steig—-Jóhan Jacobsen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Ísak Simonsen—Henry Heinesen, Atli Danielsen, Heðin Klakstein—Álvur Christiansen, Hjalgrím Elttør—Páll A. Klettskarð. Í seinna hálvleiki komu Heðin á Lakjuni, Gunnar Christiansen, Helgi Samson og Kristoffur Jakobsen á vøllin.
“Typiskur” venjingardystur
Dysturin var ein “typiskur” venjingardystur, har lítið skil var á spælinum og har nógvir feilir vóru at síggja hjá báðum liðunum. EB/Streymur hevði kanska teir størru mál møguleikarnar í fyrra hálvleiki, men tað var KÍ sum í fyrra hálvleiki skoraði einasta málið í dystinum. Tað kom eftir skjótt samanspæl í vinstru, sum endaði við at vinstri vongur Hjalgrím Elttør fann høgra vong Álv Christiansen, ið hevði runnið seg fríðan frammanfyri málinum og so stóð 1-0. At hava flutt Álv Christiansen fram á høgra vong tykist vera ein góð loysn, tí hann vísir seg ofta at vera antin seinast ella næst seinast á KÍ málunum. Í seinna hálvleiki skiftu liðini nakað út og sum heild var talan um javnan dyst eisini tá. Vandamiklastu royndirnar áttu Arnbjørn Hansen og Helgi Samson.
Sum heild ein dystur, ið als ikki kann brúkast sum stórvegis barometur fyri at siga nakað um, hvussu hesi bæði liðini eru fyri.




