KÍ vann fyri stuttum 4-1 á B68, men tunnilsdagin høvdu klaksvíkingar trupulleikar av toftamonnum, sum í seinna hálvleiki sótu á dystinum og vunnu 2-0, meðan heimaliðið gjørdist alt meira frustrerað og tykist framvegis leita eftir røttu liðuppstillingini.
Venjingardystir eru júst ætlaðir til at geva liðunum møguleikar at royna ymiskar liðuppstillingar uttan at tað kostar í stigum og málmuni, og tí skal ikki meira enn eitt vist leggjast í úrslitini av dystunum, sum leiktir verða áðrenn kappingarbyrjan.
Hinvegin geva hesir dystir altíð eina ábending um, hvussu langt liðini eru komin í teirra fyrireikingum, tað veri seg innan tað tekniska, taktiska, liðuppstilling, samanspæl, styrki, konditión o.s.fr.
Fyrst vann KÍ
nú vann B68
Fyri stuttum, tá ið fyrstu venjingardystirnir vórðu spældir, tóktust toftamenn at hava eitt rættiliga veikt lið, meðan KÍ longu tá sá út til í ávísan mun at hava funnið spælimelodiin.
Eitt nú spældi KÍ ímóti júst B68 á Toftum herfyri, og tann dystin vann KÍ 4-1.
Men í fótbólti er sum kunnugt skjót hvønn vegin, og dagar eru eisini ymiskir.
Tunnilsdagin, leygardagin tann 7. mars, spældu KÍ og B68 aftur, hesa ferð í Klaksvík, og nú var vent í holuni, tí eftir ein javnan fyrra hálvleik, vóru tað nú toftamenn, ið toppaðu og trýstu, meðan KÍ til tíðir var á knøunum í seinna hálvleiki.
Ójøvn avrik
Tað besta, sum KÍ er sætt at spæla higartil í venjingardystunum, var í dystinum móti føroyameistarunum, NSÍ, í Klaksvíkskappingini, har KÍ eftir eina trilvandi byrjan tók yvir størra partin av spæli og málmøguleikum og at enda vann dystin upp á brotsspørk.
Soleiðis var ikki tunnilsdagin – als ikki.
Eftir ein rímiliga javnan fyrra hálvleik kom stígur í hjá heimaliðnum, har KÍ’ararnir, við fáum undantøkum, vóru tungir og hugflogsfátækir og tóktust at mangla sjálvsálit í teirra spæli.
Teir brúktu ikki breiddina av vøllinum, tá ið farið varð í álop, og funnu samanumtikið illa hvønn annan.
Hetta gjørdi samanlagt, at so við og við bleiv positiviteturin, sum annars eyðkennir teir í stóran mun í ár, avloystur av frustratiónum og innanhýsis smáglepsum, sum væl skiljandi er, tá ið tað gongur so illa í hond.
Bymar blómar
Toftamenn, hinvegin, høvdu ordiliga funnið tónan hendan tunnilsdagin, har teir í seinna hálvleiki áttu næstan alt spælið og eisini vunnu uppiborið 2-0 eftir ein fyrra hálvleik, sum endaði javnur 0-0, sum eisini var rættvíst, tí í fyrra hálvleiki høvdu liðini umleið líka nógv spæl og málmøguleikar.
Fyrrverandi KÍ-leikarin, Jacob Bymar, gjørdi 1-0 málið fyri B68, og hann kundi havt fingið meira enn tað, men ein væl leikandi Jákup Mikkelsen vardi skansan væl.
KÍ leitar enn eftir
bestu liðuppstilling
Men …. hetta var framvegis bara ein venjingardystur, liðini eru í uppbyggingarfasuni, og hesir dystirnir eru jú ætlaðir til royndir av ymiskum liðuppstillingum, og her tykist B68 í løtuni at vera komið nakað longur enn KÍ.
Havast skal í huga, at KÍ hevur nógv nýtt fólk í ár, og tí er tað nátúrligt, at teir skulu hava meira tíð enn fleiri onnur lið til at finna fram til bestu liðuppstilling.
Nógvir ungir leikarar eru í hópinum, sum bara kunnu menna seg, um teir fáa dystartíð, og dysturin tunnilsdagin avdúkaði eisini, at útlendingarnir á KÍ-liðnum somuleiðis krevja at fáa meira tíð at laga seg til nýggju umstøðurnar.
Sum nevnt elvdi ringa spælið til frustratión í seinna hálvleiki, eisini lutvíst á vøllinum, og í grundini er tað bara gott, at menn ilskast, tá ið tað gongur illa, tí harvið vísa teir, at teir ikki eru nøgdir við egnan innsats, og at teir vilja gera nakað við tað.
—
Heimasíðan hjá KÍ, www.ki.fo, skrivar soleiðis um dystin:
Mistu takið í seinna hálvleiki
KÍ og B68 spældu leygarmorgunin venjingardyst í Klaksvík. KÍ hevði gott tamarhald á dystinum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki slepti KÍ takinum
Ein góður fyrri hálvleikur og ein vánaligur seinni hálvleikur høvdu við sær, at KÍ tapti 2-0 fyri B68. Í hálvleikinum var støðan 0-0, og tá hevði KÍ havt naskastu royndirnar. Bjarni Jørgensen skjeyt úr friari støðu á stongina, og løtu seinni var Bjarni feldur, tá ið hann gjørdist leysur móti málinum. Dysturin var rímiliga javnur í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var B68 omaná, og teir skoraðu tvey mál. KÍ liðið misti takið á dystinum, og spælið varð merkt av ov nógvum mistøkum.
KÍ-B68 0-2 (0-0)
0-1: Jacob Bymar
0-2: Sjálvmál
KÍ: Jákup Mikkelsen – John Hammer, Ovi Nysted, Jógvan Isaksen, Milic Curcic – Bjarni Jørgensen (Leon Bjartalíð, 63.), Símun Joensen (Kristian á Lakjuni, 46.), Anderson (Steffan Kalsø, 63.), Kristoffur Jakobsen, Heðin á Lakjuni (Harley Bertholdsen, 46.) – Rodrigo
Heimasíðan hjá B68, www.b68.fo, skrivar soleiðis um dystin:
Fitt av toftafólki høvdu leita sær til klaksvíkar í dag, nú tað er frítt, at koyra ígjøgnum Norðoyartunnilin, og tey sógu eisini út til, at verða væl nøgd tá tey fóru heimaftur.
Tað regnaði illa tá dómarin bríkslaði dystin í gongd, kl. 11 fyrrapartin í dag, men tað tóktiskt ikki, at hava nakra ávirkan á leikferðini, tað var heldur eingin vindur í Klaksvík í dag.
Bæði liðini stillaðu í dag við mest sum sterkastu uppstilling, har B68 manglaði Ralph Van Doren og KÍ manglaði Jan Andreasen. Hjá B68 var Vlada í mál, Arnbjørn og Landing leiktu í miðverjuni, Jóhan Petur og Alex vóru á ávíkavist høgra og vinstra bakki. Mittfyri á miðvøllinum leiktu Jann Ingi og Ndende, Kristian Anthon leikti í høgra borði, André í vinstra og har frammi leiktu Badara sum hangandi áloypari og Bymar heilt frammi.
Bæði liðini byrjaðu dystin sera varliga, har tey serliga vildu síggja, hvar tey høvdu hvønn annan á vøllinum. Í 10. minutti sógu vit tann fyrsta veruliga málmøguleikan, tá André gjørdist leysur, men ístaðin fyri at skjóta fyrstu ferð, so trekti hann longur inn í brotsteigin og tá bleiv hann so mikið pressaður av tveimum KÍ leikarum, at skotið hjá honum, fór fram við málinum.
Nakrar minuttir seinni fekk KÍ sín fyrsta møguleika, tá Bjarni Jørgensen var sendur avstað í vintsru síðu, og við fullari ferð, rak inn í brotsteigin, men heldigvís fyri B68, so fór skotið frá Bjarna á stongina.
Minuttin seinni fekk KÍ eitt hornaspark, sum teir tóku skjótt og innleggið endaði við, at Ovi Nysted stútaði bóltin omanfyri málið hjá B68.
Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, setti B68 eitt stórt trýst á KÍ málið, og innanfyri einar 5 minuttir, hevði B68 einari tríggjar góðar møguleikar, sum allir endaðu við hornasparki til B68.
Størsta møguleikan hesa løtuna fekk Alex, tá hann við einum skoti úr spískum, sendi bóltin sum kom í ein KÍ leikara, beint framvið málinum hjá Jákup Mikkelsen.
Nakað seinni fór KÍ í eitt skjót álop, sum endaði við einum frísparki til KÍ, beint uttanfyri brotsteigin hjá B68 úti í vinstru síðu. Frísparkið bleiv sent langt inn í brotsteigin, har Vlada og ein KÍ’ari vóru hægstir, og tað endaði við, at bólturin fór í málið, men dómarin dømdi fyri, at fríspark var gjørt ímóti Vlada í B68 málinum.
Stutt fyri hálvleik leikti B68 seg væl ígjøgnum, úti í høgru síðu har Kristian Anthon setti ferð á, rak inn í KÍ brotsteigin, spældi til Badara, men ístaðin fyri, at spæla bóltin víðari, ella skjóta sjálvur, so misti Badara bóltin til ein KÍ’ara.
KÍ fór so í eitt skjótt mótálop, sendu bóltin frameftir høgru síðu, har brasiliumaðurin Rodrigo setti fer á ímóti B68 málinum, men skotið frá homum fór nakrar metrar fram við málinum hjá Vlada.
Sigast kann um fyrra hálvleik, at hann var javnur og við mest sum, líka nógvum málmøguleikum í part.
Í seinna hálvleiki, setti B68 beinavegin ein stórt trýst á KÍ liði og tá 5 minuttir vóru leiktir, endaði Jóhan Petur eitt gott B68 álop, við einum langskoti sum fór beint omanfyri málið hjá KÍ.
Tveir minuttir seinni, vann Badara bóltin inn á KÍ hálvuni, setti ferð á ímóti KÍ brotsteiginum, snýtti tveir verjuleikarar og spældi Bymar fríðan, og hann skoraði sikkurt til 1-0 til B68.
Minuttin seinni var B68 aftur uppá spæl, tá Kristian Anthon sendi eitt innlegg úr høgru inn í KÍ brotsteigin, har André stútaði bóltin tvørturum um til Bymar, sum síðani stútaði bóltin ímóti málinum, men beint á yvirleggjaran.
Tríggjar minuttir seinni vann Badara enn einaferð bóltin á miðvøllinum, spældi út í vinstru síðu til André sum sendi bóltin tvørtur um í brotsteiginum til Bymar, men hann gjørdist akkurát for stuttur, til at prika bóltin í máli.
Nú sat B68 á øllum dystinum sum hann var, teir spældi bóltin væl runt og funnu eisini væl hvønn annan.
Serliga Senegalesarnir hjá B68, vístu framúr gott fótbóltsspæl, og hvørjaferð teir móttóku bóltin, høvdu teir eina loysn fyri, hvussu teir skuldu spæla bótin víðari.
Eisini tá teir fóru upp, at stúta bóltin, endaði bólturin ofta hjá einum B68 leikara. Ndende og Badara, duga eisini væl at lesa spælið, har teir steðgaði fleiri álopum hjá KÍ, og Landing í miðverjuni er sikkur í luftrúminum og vann eisini teir flestu luftbóltarnar.
KÍ’arnir hinvegin virkaðu tungir, sendingarnar hjá teimum vóru bæði skeivar og óneyvar og tá teir endiliga komu í eitt álop, vóru teir eisini rangstaddir.
KÍ’arnir sógu eisini út til, at verð eitt sindur frustreraðir, gjørdu fleiri fríspørk og hugsaðu meiri um at skelda dómaran, enn at leika víðari.
Tá ið 17 minuttir vóru leiktir, gjørdi B68 eina tvífaldað útskifting, har Jóhan Símun og Keita fóru innfyri André og Badara, sum sá út til at hava fingið ein lítlan snudd, tá hann trakaða skeivt.
Minuttin seinni var B68 aftur í einum góðum álopið, sum endaði við, at Bymar gjørdist leysur, men KÍ verjan kom fyri og bólturin fór út til eitt hornaspark, sum Ndende skjeyt beint framvið málinum.
Tríggjar minuttir seinni, var Keita uppá spæl úti í høgru síðu, sneiddi einar 5 KÍ’arar av, men fekk ikki veruliga skot á bóltin, sum endaði hjá Krisian Anthon, sum via ein KÍ leikara skoraði til 2-0 til B68.
Keita leikti eisini væl tann hálva tíman hann var á vøllinum. Hann er sera kvikur, dugur væl at halda uppá bóltin, og at sleppa sær av við hann aftur, eisini hevði hann onkran møguleika í dag sum kundi givið okkurt mál.
Seinastu 25 minuttirnir av dystin, sat B68 mest sum eisini á tí heila, og høvdu eisini nakrar góðar møguleikar afturat, har innskifti Oddur hevði tann stórsta, tá hann gjørdist leysur, men væl pressaður av tveimum KÍ verjulekarum, skeyt hann bóltin beint á Jákup Mikkelsen.
Eitt tað størsta talenti hjá B68, síðani Øssur Hansen, man uttan iva verða 16 ára gamli Jóhan Símun Edmundarson, sum var á vøllinum tann síðsta hálvan tíman í dag.
Hann er bæði stórur og sterkur og dugur væl, at taka bóltin niður og spæla hann viðari og fleri ferðir í dag vóru KÍ’arnir noyddir, at gera fríspark fyri at steðga honum. Jóhan Símun er heldur ikki bangin fyri, at fara í taklingar ella, at brúka kroppin hjá sær.
Sigurin hjá B68 í dag var fult uppiborin, tí B68 sat á øllum seinna hálvleiki sum hann var, men vit mugu ikki gloyma, at hettar var einans ein venjingardystur og tí kann framvegis nógv henda.
Hettar var eisini aðru ferð innanfyri eina viku, at B68 hevur leikt við sterkaðstu manning, ímóti einum Formula – kappingarneyta og samstundis hava vunnið sannførandi, men vit mugu minnast til, ikki at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin.
B68
Vlada Filipovic – Jóhan Petur Poulsen, Landing, Arnbjørn Danielsen (Niklas Poulsen), Alex Troleis – Kristian Anthon Andreasen, Jann Ingi Petersen, Ndende, André Olsen (Jóhan Símun Edmundarson) – Badara – Jacob Bymar (Keita).
KÍ
Jákup Mikkelsen – John Hansen, Ovi Nysted, Jógvan Isaksen, Milic Curcic – Kristoffur Jacobsen – Heðin á Lakjuni (Harley Bertholdsen), Símun Joensen (Kristian á Lakjuni), Anderson (Steffan Kallsø), Bjarni Jørgensen (Leon Bjartalíð) – Rodrigo.
Næsti venjingardystur hjá B68 verður mikukvøldið, tá ÍF úr Fuglafirði kemur á vitjan á Svangaskarði.




