Venjingardysturin millum NSÍ og KÍ verður av ongum.
Kavin í Klaksvík og Runavík ger, at venjingardysturin er fluttur.
NSÍ og KÍ spæla venjingardyst sunnudagin, um líkindini loyva tí. Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali og byrjar kl. 13.00. Dysturin skuldi av røttum spælast í Runavík, men kavin ger, at liðini eru samd um at spæla í Gundadali.
Dagføring 18. januar kl. 10.05: Vit frætta nú frá KÍ, at venjingardysturin móti NSÍ er avlýstur. Sum skilst er tað kavin sum ger, at tað ikki er spælandi.




