Hósdagin 25. september kl. 13 avdúkar Visit Faroe Islands ein nýggjan vetrarfilm.
Hósdagin 25. september kl. 13 avdúkar Visit Faroe Islands ein nýggjan vetrarfilm.
Í hesum sambandi eggjar Visit Faroe Islands øllum føroyingum at deila filmin á sosialu miðlunum og bjóða vinum og kenningum kring heimin at vitja okkara oyggjar.
– Vit hava ein einastandandi møguleika at gera vart við Føroyar sum ferðamál, um vit øll standa saman og lyfta hetta átak í felag, sigur Guðrið Højgaard stjóri á Visit Faroe Islands.
Tað eru nógv ferðandi, sum koma til Føroyar um summarið, men fyri ferðavinnuna er tað umráðandi at økja um ferðafólkatalið í vetrarhálvuni:
– Okkara vakra land við nógvum autentiskum og øðrvísi upplivingum er eisini einastandandi um veturin. Við nýggja filminum vilja vit saman við øllum føroyingum vísa heiminum, hvat okkara land hevur at bjóða – eisini um veturin.
Øll, sum deila nýggja filmin fáa ein møguleika at vinna tveir ókeypis ferðaseðlar til Føroyar. Sama hvar í verðini tey eru stødd. Hetta er tískil eisini eitt gott høvi hjá føroyingum at bjóða útlendskum vinfólkum heim.
Guðrið Højgaard vónar, at allir føroyingar – bæði her á landi og úti í heimi – taka undir við átakinum:
– Eg vóni at øll, sum hava møguleika, deila filmin á facebook og á øðrum sosialum miðlum hósdagin frá kl. 13.00, tí hetta er eitt einastandandi høvi hjá okkum øllum at verða ambassadørar fyri okkara land.
Meira kunning er at síggja á:www.visitfaroeislands.com/share<http://www.visitfaroeislands.com/share>




