Í dag eru júst 25 ár síðani, at Vera Larsen fyri fyrstu ferð fór inn til verðmammu, Sólrun, í læru sum hárfríðkanarkvinna.
Eg minnist at eg og Jonhard júst vóru komin saman tá. Hann segði mær, at um eg ynskti at vera frisør, so var eitt lærupláss hjá mammu hansara. Eg hevði tá arbeitt í handlinum hjá Álvi Klakk, hevði fingið mær handilsútbúgving og ætlaði at fara á SMS at arbeiða sum dekoratør. Men eg valdi so hárfríðkanarfakið, og her eri eg enn.
Vera var eitt sindur ovfarin av at Norðlýsið kom á gott, tí hon hevði í veruleikanum ikki gjørt nakað serligt burturúr. Tó, har var lagkøka og ríkiligt av kaffi, so vit fingu eina hugnaløtu saman við Veru.
Men at taka myndir av eini hárfríðkanarkvinnu sum Veru, ið altíð er upptikin og vil, at alt skal vera so gjøgnumført sum gjørligt, er ikki lætt. Men tó, vit kláraðu at fáa hana at hyggja upp eitt lítið bil, og her er tað vit fingu burturúr. Hjartaliga tillukku:




