Tær seinastu 2 tvær vikurnar hevur veðrið í Føroyum verið stýrt av tveimum hátrýstum. Annað er statt yvir eystara part av Grønlandi; hitt er statt í miðjum Atlantshavi. Lágtrýstini, ið eru staðin upp í Norðuramerika og byrja sína ferð eystureftir ímóti okkara leiðum, hava verið kroyst út ímillum hesi bæði hátrýst við leiðirnar við Kappan (Suðurgrønland). Eftir at lágtrýstini eru komin eystur um Kappan, eru tey vorðin djúp, og rættuligt illveður hevur verið rundan um tey.
Føroyar eru tíbetur nokkso langt burturi frá Kappanum í slíkum viðurskiftum, og tí hava vit ikki merkt tað ringasta veðrið frá hesum lágtrýstum. Í Íslandi hava tey havt nógvar dagar við sera ringum veðri tær seinstu tvær vikurnar.
So hvørt sum lágtrýstini hava nærkast Føroyum, hava vit merkt ta køldu luftina úr Norðurgrønlandi. Tá hevur verið vesturætt ella útnyrðingur (og norðan) við kaldari luft. Kavaælingar hava verið, og toran hevur sligið.
Tá ið lágtrýstini eru farin framvið, er kalda vesturættin ikki meir, men ístaðin lýggjari luft úr útsynningi (við hvørt úr suðuri). Ein dag ella tveir seinni, so hevur tað næsta lágtrýsti smoygt seg hendavegin, og kalda luftin komin aftur.
Hvussu leingi hesi viðurskifti eri soleiðis, veit eg ikki í løtuni. Men teir næstu dagarnar afturat ið hvussu so er. Ættin fer at liggja um útsynning við hvørt – tá verður ikki so kalt, og kavin fer burtur – og við hvørt fer ættin upp í útnyrðing við kaldari Grønlandsluft – tá kavar aftur.
Um jólini verða hvít í ár, velst í løtuni um, hvussu jóladagarnir passar inn í rútmuna hjá lágtýstunum.




