Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verður 1. deild hjá KÍ gjørt til partafelag

Oliver Joensen

Á fundi í dag, á loftinum í KÍ-høllini, greiddi formaðurin, Gestur Hovgaard frá kanningum, sum felagið í løtuni ger, um at umskipa 1. deild menn í eitt partafelag.

Formaðurin greiddi frá teim fyrimunum og vansum, ið kunnu standast av hesum og á fundinum fingu sponsorar og onnur høvi at siga sína hugsan og at seta fram spurningar. Nógv bleiv spurt, men sum skiltist, so vóru ongar røddir frammi, sum vóru beinleiðis ímóti hugsanini, so KÍ fer í næstum helst víðari við hesum kanningum.