Røða hjá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, á Føroya Sjómannadegi 2007
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri fegnaðist um enn ein sjómannadag
– Góðu gestir og borgarar, góðu sjófólk – øll somul.
Tað er mær ein stór gleði aftur í ár at kunna bjóða tykkum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag.
Hetta er tann dagurin á árinum fram um allar aðrar, har sjófólk og sjóvinna okkara er í miðdeplinum, og har øll tiltøk, so ella so, hava eitt tilknýti til sjófólkið og sjóvinnuna – høvuðsvinnu okkara.
Dagurin er tí fult og heilt upp á sítt pláss, og vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at hann nú verður hildin fyri triðju ferð.
Eg eri sera fegin um at kunna bjóða øllum føroyingum – og ikki minst øllum okkara sjófólki – hjartaliga vælkomin á Føroya Sjómannadag, sum í ár hevur enn meira at bjóða upp á enn tey undanfarnu árini.
Enn einaferð hava fyrireikararnir, væl stuðlaðir av fyritøkum og góðum fólki, sett saman eina áhugaverda og fjølbroytta skrá, sum bjóðar okkum eitt væl samansett tyssi av upplivingum – tað veri seg kappingar, framsýningar, ráðstevnu og undirhald – í einum sera væl valdum umhvørvi her í býi okkara, sum vit elska at rópa “fiskivinnuhøvuðsstað føroyinga”.
Jú, ikki er tað frítt, at vit klaksvíkingar eru ernir av heimstaði okkara, sum í sjóvinnuhøpi hevur eina serliga og stolta søgu.
Samstundis sum vit sjálvandi eiga og skulu menna aðrar vinnur – til frama fyri land og fólk – latið okkum tá ikki gloyma at verja og virða okkara sjóvinnu, sum higar til dags hevur verið og er tann vinnan, ið er høvuðs lívsgrundarlag undir samfelag okkara.
Inniliga vón okkara er, at sjóvinnuni skal verða framhaldandi lív og menning lagað – ikki bara her á staðnum, men kring landið alt.
Júst hetta er ein partur av endamálinum við Føroya Sjómannadegi – frá ymiskum sjónarhornum at varpa ljós á høvuðsvinnu okkara og soleiðis at stuðla undir virðingina fyri og vitanina um sjóvinnu og sjófólk okkara. Samstundis er hesin dagurin ein roynd at geva bæði sjófólki og øðrum ein hugnaligan dag, har sjómannasiðir seta dagsskránna.
Tær sluppir og tey seglskip, sum í dag vitja Føroya Sjómannadag, eru ímyndin av tí tíðini, tá menningin av fiskivinnuni her heima av álvara tók dik á seg.
Tí er tað ein serlig gleði, aftur í ár, at síggja hesi søguligu førini við bryggju her á Føroya Sjómannadegi. Ein serstøk vælkomuheilsan og tøkk skal tí ljóða til tykkum umborð á seglskipunum. Tit seta ein serliga hugnaligan dám á hetta sjómannadagin – hjartans tøkk fyri tað!
Eg nevndi í áðni, at vit klaksvíkingar eru ikki sørt ernir av sínum heimstaði, og tað er nakað um tað.
Eg veit ikki, um tit hava hoyrt tað so ofta, men eg hoyri tað mangan: “Klaksvíkingar eru ikki sum hini”, verður sagt. Og eftir at hava hugsað nærri um tað, eri eg komin til ta niðurstøðu, at tað er kanska okkurt um tað.
Meðan eg havi hugsað um hetta, havi eg spurt meg sjálvan, hví fólk siga soleiðis, og mín niðurstøða er tann, at høvuðs atvoldin til hesa serstøðu fær ikki verið onnur enn tann, at fólkið her millum brøttu fjøllini eru so óvanliga nýskapandi.
Úr rúgvuni kunnu vit nevna nøkur dømi um nýskapandi tiltøk, sum eru sprottin hiðani:
Føroya fyrsta ítróttarhøll, svimjihøll, vatnland, jólaskip, Ársins Rósa, Trølla Pætur, Kular Røtur, Summarfestivalur, Dávavirkið, Íverksetarahúsið, Torradagar, ja mín sann, eisini Føroya Sjómannadagur.
Tað var hugaligt at síggja Klakk, Jákup B og Ågot í gjárkvøldið stevna út av Klaksvíkini við eini fjøld av børnum og ungum, sum fóru út í fjørðin at kasta fløskupost, vónandi verða tað mong av hesum sum fara at mynda sjó- og fiskivinnuna í komandi tíð.
Jú, her osar av eldsálum, og teimum er sanniliga eisini brúk fyri, bæði her á staðnum og í sjóvinnuni sum heild, tí uttan nýhugsan og nýskapan verður eingin menning og vøkstur.
Meðan vit í dag fara at hugna okkum saman her á Føroya Sjómannadegi – latið okkum ikki gloyma, at samstundis sum sjóvinnan hevur skapt meginpartin av tí menning, sum samfelag okkara í dag kann njóta ágóðan av, so hevur sjógvurin kostað mongum sjómanni lívið og mangari familju mannin, pápan og forsyrgjaran.
Latið okkum virða og stuðla teimum monnum og kvinnum, sum framvegis í dag seta virðir og lív í váða í hesi fyri samfelag okkara so týðandi vinnu.
Hjarta mítt skundar eisni undir at nevna Sjómanskvinnuringin runt Føroya, og takka fyri tað megnar arbeiði tit gera fyri at lívga sjófólk okkara, og eg veit at sjófólk okkara virðir tykkara arbeið ógvuliga høgt og teir gleða seg sum børn, tá hesir gávupakkar verða handaðir teimum.
Ein stór og innilig tøkk skal at enda verða borin tykkum, ið skipa fyri Føroya Sjómannadegi – eitt fyri samfelag okkara so sera væl valt tiltak.
Gud signi várt fólk, har tað siglir og rør
og bládýpið pløgir um stórhav og fjørð;
teir dreingir hann varði, sum út hava farið
og strembast og balast, tá bylgjan er bráð
Gud, ver tú í logn og í stormi teim hjá.
Einaferð enn, verið hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadag! –
Takk fyri.
Kelda: www.klaksvik.fo




