Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verjið børnini víðkar arbeiði (ÚTSETT)

Tíðindaskriv

Mikukvøldið 17. juli klokkan 19.00 skipar Verjið børnini fyri almennum fundi í Auluni í Skúlanum við Løgmannabreyt . Endamálið er at víðka felagið við breiðari umboðan

Verandi trímannanevnd í felagnum Verjið Børnini, ynskir at bjóða øllum føroyingum til opnan almennan fund við tí endamáli at velja nýggja og víðkaða nevnd.

Vit heita á øll, sum ynskja at stuðla arbeiðinum í at steðga siðabrotsverkum og kynsligum ágangi á børn, um at luttaka á hesum fundi og stilla upp til nevndararbeiði hesum viðvíkjandi.

Felagið hevur nógv arbeiði fyri framman og vóna vit tí, at nógv fólk vilja hjálpa til. Tað er brúk fyri øllum, eisini um tú bert vilt siga tína hugsan ella hoyra, hvat vit arbeiða við í løtuni og hvørjar ætlanir vit hava framyvir.

Vit vóna eisini at síggja fólk á fundinum, sum hava aðrar royndir, ið felagið fær brúk fyri, eitt nú bókhaldi, løgfrøði, sálarfrøði, føroyskari rættstaving, heimasíðuarbeiði, blogg og interneti.


DAGFØRT 15.juli KL. 14.18: Fundurin er vegna sjúku úsettur til eftir summarfrítíðina, siga fyrireikararnir.