Ikki bara á pappírinum, tí tað eru 8 ár síðani, at KÍ lat færri mál enn eftir fyrstu 6 umførini.
Undan kappingini í ár hevði KÍ valt at styrkt um verjupartin, tí ov nógv mál vóru farin ígjøgnum seinastu árini. Miðverjin Jonas Flindt Rasmussen kom til felagið við uppgávu at stýra verjuni, meðan Ndende Adama Guéye á miðvøllinum eisini var ætlaður at styrkja um verjukenda partin av liðnum við sínari styrki.
Og sigast má, at hetta hevur eydnast í ávísan mun. KÍ hevur latið 7 mál inn eftir 6 umfør og vit skulu aftur til 2006 fyri at finna eina byrjan, har KÍ lat færri mál inn. Tá lat KÍ 5 mál inn eftir fyrstu 6 umførini. Hinvegin er munurin ikki so stórur í mun til undanfarnu 4 árini, har bara 1 mál meir fór inn.
Síðani 2006 hevur KÍ latið hesi mál inn eftir 6 umfør:
2006: 5
2007: 9
2008: 12
2009: 8
2011: 8
2012: 8
2013: 8
2014: 7




