So vóru tey aftur her, – eplini, – og hitt tú veitst sum ikki má mangla
Tá Norðlýsið var inni á gólvinum hjá Heygabúðini í morgun, var rættuliga fitt av fólki.
Orðsøkin var at tey í Heygabúðini aftur kundu bjóða sínum viðskiftafólkum eplir og WC-papír.
Vøran kom úr Skotlandi í nátt, og fyri hvønn dag sum verkfallið heldur fram, tykist sambandið við Skotland at styrkjast.
Línubátar og trolbátar, sum fara niður at selja, nýta høvi til at keypa farm við heim, og hettar er hetta fult lógligt.




