SEV sóknast eftir verkmeistara til Verkið á Strond í Klaksvík. Starvið verður sett skjótast gjørligt í nýggja árinum. Fyrstu tíðina skal nýggi verkmeistarin starvast saman við verkmeistaranum, sum í løtuni er í starvinum. Verkmeistarin er leiðari hjá tveimum maskinmeistarum. Verkið á Strond er partur av meginøkinum hjá SEV, men verkið umsitur eisini smáverkini á útoyggjunum og smærri flytbarar framleiðslueindir. Verkið á Strond hevur 1 Francis-turbinu á 1,4 MW og tveir motorar – ein Mirlees á 2,3 MW og ein MAK á 3,6 MW.
Tú
Tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt hollar og viðkomandi starvsroyndir. Tú ert ágrýtin og hevur stóran áhuga fyri, hvussu ymiskar framleiðslueindir, motorar og skipanir rigga í øllum liðum og smálutum. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.
Uppgávur
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum dagligu leiðsluna á verkinum. Verkmeistarin leggur til rættis dagliga arbeiðið, og hann hevur um hendi rakstur og viðlíkahald. Hann umsitur eisini smáverkini á útoyggjunum, sum hava ymiskar motorar, og tískil er ferðing til útoyggjarnar ein partur av arbeiðinum. Harumframt hevur verkmeistarin um hendi flytbaru framleiðslueindirnar hjá SEV, sum verða brúktar eftir tørvi kring landið. Verkmeistarin á Strond vísir til Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsluni.
SEV
SEV bjóðar tær:
- smidligar arbeiðsumstøður
- fjøltáttaðan arbeiðsdag
- ávirkan á egið arbeiði
- fakliga menning
- viðkomandi skeið
Løn
Verkmeistarin verður settur eftir sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF og verður løntur eftir lønartalvuni hjá Tænastyumannafelag Føroya, í lønarflokki 35.1.
Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá Hans Jákup Petersen, verkmeistara, ella Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsluni, á tel. 346800. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. desember 2014 kl. 12. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari
T-postur: starv@sev.fo
—
SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 165 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.




