Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VERKSTAÐURIN Á BREKKU 25 ár

Oliver Joensen

Dagurin skal haldast, siga tey á Brekku og tíðin er sett til 5. September ímillum kl. 14.00 og 18.00, tá húsið letur upp fyri øllum, sum hava hug at vitja

Dagurin skal haldast, siga tey á Brekku og tíðin er sett til 5. September ímillum kl. 14.00 og 18.00, tá húsið letur upp fyri øllum, sum hava hug at vitja

Norðlýsið hitti Elin Noru Reines, starvsfólk á Varda Verkstaðnum til stutt prát.

Elin Nora Reines sigur, at ídag eru tey 6 starvsfólk á sjálvum verkstaðnum, men ein nýggj deild er fyri stuttum komin afturat og har arbeiða 5 starvsfólk. So ídag eru íalt 40 brúkarar, sum meira og minni hava sína dagligu gongd á Verkstaðnum á Brekku.

Støðan ídag kann ikki sammetast við støðuna fyri 25 árum síðani, tá Jóhannes Ellingsgaard og Jórun Niclasen byrjaðu her sum starvsfólk við trimum brúkarum. Hetta er í 1988, árið eftir kom Jóru á Fløtti Jacobsen í starv á stovninum, og hon er framvegis í starvið á verkstaðnum.

Uppá fyrispurning okkara um hvat fer at ganga fyri seg á móttøkudegnum 5. September, t.e. hósdagin í komandi viku, sigur Elin Nora Reines, at tey hava fingið Niels Paula Danielsen, fyrrverandi landsstýrismann at siga nøkur orð um stovnin.

Tað var Niels Pauli Danielsen, ið setti Verkstaðin á Brekku á stovn í síni tíð sum landsstýrismaður. Harafturat fara onnur helst at siga eitthvørt eisini. Øll vitjandi fara at hava møguleikan at kunna seg eitt sindur um hvat brúkarar okkara fáast við, og síggja hvussu tey trívast í umhvørvinum her.

Vit hava sent nógvar innbjóðingar út afturat ti at tiltakið er lýst sum almenn móttøka, so vit rokna við nógvum fólki á vitjan, kaffi, te og eitthvørt afturvið verður sjálvandi eisini á skránni og harafturat vara vit at vísa fram, nakað av tí sum brúkararnir á verkstaðnum framleiða, sigur Elin Nora Reines frá Verkstaðnum á Brekku at enda.