Ein stór Vespu drotning av slagnum (gedehams) var í morgun fyribeind inni í einum húsum á Bumshamri og í vikuni vóru hvespur at síggja við Garðsenda.
Ein stór Vespu drotning av slagnum (gedehams) var í morgun fyribeind inni í einum húsum á Bumshamri og í vikuni vóru hvespur at síggja við Garðsenda.
Tað er ikki ókent at vespur eru komnar til býin við handilsvørum og tær hava sum kunnugt verið nógv at síggja í høvuðsstaðnum. Sum skilst eru ábendingar um at vespurnar nú eisini eru farnar at seta búgv í Klaksvík.
Nógv ymisk flogkykt koma framvið og tann 8. okt. 2010 filmaðu vit eina flogmús sum varð fangað á Vágsheygnum.(sí video)
Tá trupulleikar eru av vespum (faldari hjá Klaksvíkar Kommunu)
Um summarið hava vespurnar nógv um at vera, tí tær skulu passa og fóðra avkomið, sum er klakt í vespubýlinum. Tað hendir seg hesa tíðina, at einstakar vespur av óvart koma inn í hús at leita eftir føði. Tær kunnu vera til nakað av ampa, men mett verður, at trupulleikin ikki er størri enn, at hvør einstakur sjálvur kann greiða hetta.
Í handlunum fáast ymisk evni og amboð at týna vespur við, m.a. vespafellur, flugusmekkarar og ymisk spreyevni. Um tað hendir seg, at vespur alla tíðina eru í húsinum ella nógvar vespur eru í nærumhvørvinum, kann roknast við, at vespubýli er tætt við.
Um vespubýli er í húsinum ella á grundøkinum, er tað ikki ráðiligt at taka tað burtur uttan sakkøna hjálp. Vespurnar loypa beinanvegin á, um onkur roynir at órógva ella oyðileggja býlið




