Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard hevur kunnað løgmann um støðuna á Strandferðsluni

John William Joensen

Landsstýrismaðurin í Innlendismálum og stjórin á Strandferðsluni vóru ósamdir um starvsetan av yvirmonnum umborð á Smyrli og tað endaði við at Regin Vágadal segði seg úr stjórastarvinum.

Tað er Føroya Løgmaður sum hevur eftirlit við at landsstýrismenn røkja sýnar skyldur og tá vit fingu fatur á Jóannes Eidesgaard í morgun var hann staddur í Rom.
– Eg eri kunnaður um støðuna heima í Føroyum men fari einki at gera fyrr enn eg koma heim aftur einaferð í kvøld, var stutta viðmerkingin vit fingu frá løgmanni í morgun.

Løgmaður segði eisini at hann fekk eina kunning frá landsstýrismanninum í Innlendismálum hóskvøldið – men síðani hevur hann eisini kunnaður um málið frá sínum egnu embatisfólkum.