Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestergaard og Føroya Løgmaður hoknaðir í kongunum

John William Joensen

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi sigur at frá føroyskari síðu eigur tað at verða eitt ófrávíkiligt krav at allar hóttanir um handilsforðingar móti Føroyum verða tiknar av borðinum áðrenn føroyingar sessast við samráðingar borið aftur.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi sigur at frá føroyskari síðu eigur tað at verða eitt ófrávíkiligt krav at allar hóttanir um handilsforðingar móti Føroyum verða tiknar av borðinum áðrenn føroyingar sessast við samráðingar borið aftur.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, dámar lítið at Danmark nú vegna Føroyar er komið uppí málið.

– Fyri mær tykjast útmeldingarnar frá Jacob Vestergaard og Kaj Leo at benda á at føroyingar nú hava slaka í krøvum sínum mótvegis ES.

– Samstundis spælir danski uttanríkisráðharrin eitt dupultspæl tí tað var júst við trýsti úr Danmark at føroyingar upprunaliga gingu við til at ES fekk part av Norðhavssildini.

– Eg skilji ikki at føroyska landsstýrið er sinnað at fara til samráðingar soleingið sum ES hóttir við handilsforðingum tí eg ivist onga løtu í at tá tað kemur til skarpskeringar verða handilstiltøk tað seinasta sum ES ferð at seta í verk.

– Tað hevur nú eydnast Danmark at brúka hóttanir um handilstiltøk til at trýsta føroyingar aftur til samráðingar borið og tað er fullkomiliga óskiljandi hví føroyska landsstýrið heldur at Danmark er í okkara parti í hesum málinum.

Tá vit spyrja Høgna Hoydal um hann metir at hóttanirnar úr ES eru bluff, sigur hann soleiðis:

– Nei tað haldi eg ikki, men eg eri sannførdur um at ES ferð at toyggja seg langt áðrenn handilstiltøk koma uppá tal og tað sum gongur fyri seg nú er at føroyingar lata set trýsta av m.a. donsku stjórnini – og tá verður úrslitið neyvan gott fyri Føroyar.