Tað er mín avgjørda sannføring, at ein skipan við eginkvotum í svartkjaftafiskiskapinum, í størri mun enn nøkur onnur skipan, tryggjar møguleikum fyri skilagóðari gagnnýtslu av tilfeinginum, skrivar Jacob Vestergaard m.a. í svarið sínum til Tórbjørn Jacobsen
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Svar uppá fyrispurning frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-39/2008 viðvíkjandi svartkjaftabýtinum
Fyrispurningurin var soljóðandi:
1. Hvør er týdningarmesta orsøkin til, at landsstýrismaðurin tók stig til at býta svartkjaftakvotuna í eginkvotur?
2. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki lutað svartkjaftakvotuna út samsvarandi síni egnu allýsing um felagskvotu við hámarki (løgtingsmál no. 121/2008)?
3. Er landsstýrismaðurin sannførdur um, at onki annað alternativ fanst enn eginkvotur, í mun til ótálmaða olympiska fiskiveiðu, fyri at leggja fiskiveiðuna skynsamiliga til rættis, fyri at rasjonalisera rakstrarútreiðslurnar og fyri at minka mest møguligt um CO2 útlátið (www.fisk.fo)?
4. Hvør er løgfrøðiliga tulkingin hjá Fiskimálaráðnum av ásetingini eginkvota?
5. Hvør er útlendska fyrimyndin fyri býtinum soleiðis, sum landsstýrismaðurin upplýsti fyri tinginum fríggjadagin (27.03.09) í vikuni sum fór?
6. Eru útlutaðu eginkvoturnar bara galdandi fyri verandi kvotufiskiár (2009), ella eru tær endaliga útlutaðar, og er býtisfrymilin á sama hátt, annaðhvørt bara galdandi fyri 2009, ella er hann ein endalig áseting um býtið frameftir?
7. Kunnu útlutaðu eginkvoturnar handlast ímillum loyvini, sum hava fingið kvoturnar útlutaðar. Hetta veri seg í 2009, ella alternativt, kunnu tær handlast endaliga?
8. Hevur landsstýrismaðurin roynt at funnið aðra loysn saman við vinnuaktørunum, ið á øðrvísi hátt kundi rokkið endamálinum um skynsamiliga veiðu o.s.fr.?
9. Hvør er grundgevingin fyri býtinum 25:75, har 25% verða útlutað øllum ítaldu loyvunum, meðan 75% verða býtt samsvarandi fiskiveiðini árini 1998-2008?
10. Heldur landsstýrismaðurin grundgevingina fyri hesum tvíliðaða býtinum vera sakliga í øllum lutum?
11. Hvør er orsøkin til, at fiskiveiðan eftir svarkjafti heilt frá byrjan til hendan dag, ikki er tikin við í býtið?
12. Hvør er orsøkin fyri, at júst árini 1998-2008 eru grundarlag undir býtinum av teimum 75%´unum, og hevur umsitingin tilmælt hetta, ella hevur hon evnað til fleiri sniðgevingar, sum landsstýrismaðurin skuldi taka støðu til, og um so er, hví valdi landsstýrismaðurin júst hesa loysnina, og var full semja hjá vinnuáhugamálunum um hesa endaligu loysnina?
13. Hvat ger tíðarhvarvið 1998-2008 til nakað heilt serstakt í føroyskari svartkjaftaveiðu soleiðis, at landsstýrismaðurin helt tað vera unikt í mun til aðrar eventuellar tíðarrokningar?
14. Hvør var orsøkin til, at landsstýrismaðurin á tingfundinum fríggjadagin (27.03.09) í farnu viku, brádliga fór undir at argumentera í mun til konsernir heldur enn í mun til útlutaði loyvir?
15. Hvaðani stavar nýggja hugtakið ”Loyvislutur”, sum verður brúkt í fylgiskjalinum á heimasíðu Fiskimálaráðsins yvir býtið ímillum skipini, er tað møguliga nýuppfunnið til júst hetta høvið?
16. Hvussu ber tað til, og hvør er grundgevingin fyri, at skip, ið bert høvdu/hava fyribils- og ella royndarloyvi, nú fáa søgulig rættindi til eitt býti, sum tað, ið landsstýrismaðurin hevur gjørt í hesum førinum?
17. Hvør er orsøkin til, at ídnaðarskipini, ið vórðu keypt út úr fiskiveiðuni í nítiárunum, eru vorðin ein partur av hesum býtinum, og hvar endaði ásetingin um, at tey einans kundu veiða svartkjaft til matnað?
18. Kann landsstýrismaðurin gera greiði fyri, hvussu stóran part av samlaða býtinum útlendsk kapitaláhugamál eiga í útlutaðu eginkvotunum, ígjøgnum teirra samlaða ognarlut í ”føroysku” feløgunum, sum eru við í býtinum?
19. Nær legði landsstýrismaðurin uppskotið um býtið fyri á landsstýrisfundi?
20. Viðmerktu hini møttu landsstýrisfólkini ætlaða býtið, og um so var, broytti landsstýrismaðurin býtið samsvarandi hesum?
21. Hevði landsstýrismaðurin eitt upprit, svartkjaftabýtinum viðvíkjandi, við sær til omanfyrinevnda landsstýrisfund, og er tað rætt, sum m.a. formaður Javnaðarfloksins hevur sagt í samrøðu við sjónvarpið, at landsstýrismaðurin skuldi venda aftur á einum seinri landsstýrisfundi við endaliga býtinum, áðrenn loyvini við eginkvotunum vórðu útlutað skipunum/loyvunum?
22. Hevur nakað av skipunum, sum ætlandi skuldu vera við í svartkjaftabýtinum, ístaðin fingið útlutaða kvotu av øðrum fiskaslagi t.d. sild, ella eru ítøkiligar ætlanir um hetta?
23. Hevur landsstýrismaðurin nakran varðhuga um, at áhaldandi samband hevur verið millum ávís áhugamál og umsitingina, uttan at hann sjálvur er kunnaður um hetta, og hevur umsitingin í øllum førum notatskyldu viðvíkjandi telefon- og ella øðrum samrøðum?
24. Hevur landsstýrismaðurin, ella samgonga hansara, nakrantíð umhugsað alternativið at selt svartkjaftakvotuna á einum fiskirættinda- og kvotumarknað, og hevur hann hartil umhugsað at lagt brúksskyldu á hvørt loyvi sær?
25. Kann landsstýrismaðurin, eftir útlutingina av eginkvotum váttað, at hann uttan endurgjaldskyldu, hevur heimild til at venda aftur til útgangsstøðið, sum er felagskvota, og nær kann tað gerast, um so er?
———————
Svar frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum:
Til nr. 1
Tað er mín avgjørda sannføring, at ein skipan við eginkvotum í svartkjaftafiskiskapinum, í størri mun enn nøkur onnur skipan, tryggjar møguleikum fyri skilagóðari gagnnýtslu av tilfeinginum, samstundis sum hendan skipanin skapar bestu møguleikar fyri skynsamun rakstri.
Til nr. 2
Ein skipan við felagskvotu kann viðføra ymsar vandar so sum kappfiskiskapi og vantandi atlit mótvegis skynsamari gagnnýtslu av tilfeinginum. Eitt hámark í eini felagskvotu minkar um nevndu vandar. Tó burturbeinur skipanin við hámarki ikki vandarnar á sama hátt sum ein skipan við eginkvotum, og tískil valdi eg heldur at skipa fiskiskapin sum eginkvotur.
Til nr. 3
Avgerðin um at luta tøku kvotuna sum eginkvotur tálmar best ”olympiskum fiskiskapi” og tálmar rakstrarútreiðslunum og nøgdini av CO2 útláti. Við slíkari skipan kunnu luttakararnir, hvør í sínum lagi, leggja ætlanir til rættis, ið tryggja besta samsvari millum inntøkur og rakstrarútreiðslur. Skipanin við eginkvotum er besta alternativið.
Til nr. 4
Hugtøkini egin kvotupartur og egin árskvota eru greitt allýst í § 5, stk. 7 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Fiskimálaráðið hevur tí ikki nakra løgfrøðiliga tulking av hesum hugtøkum.
§ 5, stk. 7:
”Egin kvotupartur er tann prosentpartur av felags árskvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi rættin at fiska. Egin árskvota er egni kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.”
§ 5, stk. 6:
”Felags kvotupartur er tann partur av heildarkvotu av ávísum fiskastovni, ið landsstýrismaðurin setur av til at fiska hjá einum bólki av fiskiførum, undir einum.
Felags árskvota er felags kvotuparturin roknaður um til tons, rund vekt, av fiski.”
Til nr. 5
Søguligur fiskiskapur er eitt kriterii, sum verður lagt til grund flestastaðni, har fiskirættindi verða býtt – tað veri seg innanlendis millum skip/bólkar av fiskiførum ella í millumtjóða høpi. Dømi um hetta er, tá ES-londini fyrst í 1980-árunum vórðu samd um býtið av kvotum sínámillum (relativi stabiliteturin), var søguligur fiskiskapur í útgangsstøðu eitt av kriteriinum. Annað dømi eru tingingarnar millum strandarlondini um býtið av svartkjaftinum.
Eg minnist meg ikki hava nevnt, at ein ávís útlendsk fyrimynd hevur verið grundarlag fyri nevnda býti. Tó havi eg nevnt, at søguligur fiskiskapur og søgulig gagnnýtsla í breiðari høpi ofta hava verið týðandi fyri partar av tí tilfari, ið nýtt hevur verið, tá rættindi skulu býtast. Soleiðis hevur eisini verið í hesum máli.
Til nr. 6
Rætturin til egnan kvotupart hevur gildi sambært § 13, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Ítøkiliga kvotan, sum er tillutað fiskiførunum í fiskiloyvinum, er tann nøgdin, sum hvørt skip sær kann fiska í 2009.
Sum kunnugt er samgongan samd um, at býtið, sum er farið fram, bert er galdandi fyri 2009.
Landsstýrismaðurin virðir politiska meirilutan, og arbeiðir framhaldandi við málinum, sum er at finna eina semju við vinnuna um býtið fyri 2010 og frameftir.
Um neyðugt verður farið undir at gera tillagingar og møguligar broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Til nr. 7
Kvoturnar eru latnar sum eginkvotur og koma undir ásetingarnar í § 15 í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Har er ásett, at egin kvotupartur og egin árskvota kunnu avhendast í eitt ár í senn ella endaliga.
Til nr. 8
Nei. Sum eg havi nevnt í svarunum til spurning 1, 2 og 3, so er tað mín sannføring, at ein skipan við egnum kvotum er besta loysnin. Skipanin við eginkvotum – heldur enn felagskvotu (ella sum aðrir møguleikar) – er harnæst fult í samsvari við vinnunar ynski.
Samskifti hevur verið millum Fiskimálaráðið og aktørarnar at finna eina nýggja skipan fyri fiskiskapinum eftir svartkjafti. Einstøku aktørarnir, hvør sær ella í felagsskapi, hava vent sær skrivliga og ella á fundi til landsstýrismannin við áheitanum um at taka stig, so sleppast kann undan óskipaðum kappfiskiskapi (”olympiskum” fiskiskapi). Ráðini frá aktørunum hava sum heild verið at taka stig, so skipini vita, hvussu nógv tey kunnu fiska. Síðani hevur Fiskimálaráðið gjørt uppskot til skipan, sum varð løgd fram fyri aktørunum á fundi í Fiskimálaráðnum tann 2. mars 2009.
Til nr. 9
Fiskimálaráðið metir, at rætturin til at fiska svartkjaft í sjálvum sær, skal vera partur av støðutakanini til býtið, og at øll, sum hava slíkan rætt, vera partar av býtinum. Tí vera øll loyvini tikin við.
Harnæst er tað okkara sannføring, at tað er sera avgerandi og sakligt eisini at taka hædd fyri, í hvussu stóran mun rættindi hava verið gagnnýtt og brúkt. Vit hava mett, at søgulig gagnnýtsla av givnum rættindum skuldi hava størstu tyngd í avgerðini um býtið, men samstundis skal hædd tó verða tikin fyri rættindunum í sjálvum sær.
So samanumtikið: størsta tyngdin er grundað á, í hvussu stóran mun rættindi hava verið nýtt, men rættindini í sjálvum sær er eisini partur av lyklinum, tó í minni mun. Tí fall avgerðin á 75:25.
Til nr. 10
Ja.
Til nr. 11 og nr. 13
Fiskiskapur eftir svartkjafti tók seg upp seinast í sjeytiárunum. Tey fyrstu árini fram til 1997 var samlaði fiskiskapurin hjá øllum londum við undantaki av árunum 1979 og 1980 undir 1 millión tons. Síðani 1998 vaks fiskiskapurin støðugt fram til fyri 2006, tá fyrsta strandarlandaavtalan varð undirskrivað og bar í sær, at heildarveiðan minkaði. Tá mest var fiskað – árini 2003-2005 – var heildarveiðan væl oman fyri tvær milliónir tons.
Gongdin í samlaða fiskiskapinum eftir svartkjafti og fiskiskapurin hjá føroyskum skipum síðani 1977 er víst í fylgiskjalinum.
Grundað á ta markantu broyting í fiskiskapinum, sum fór fram frá 1998 og seinni, hevur Fiskimálaráðið valt at brúka 1998, sum byrjunarár fyri tíðarskeiðið, søguligi fiskiskapurin skal fevna um.
Til nr. 12
Orsøkin til, hví 1998-2008 er grundarlagið er svarað í sambandi við spurning 11.
Umsitingin hevur ikki evnað til annað uppskot grundað á eitt annað tíðarskeið at taka støðu út frá. Útgangsstøðið hevur ikki verið at laga úrslitið til møgulig ynski um, hvussu úrslitið av býtinum skuldi verða. Tað vildi, eftir mínum tykki, verið ósaklig framferð og ikki í tráð við góðan fyrisitingarsið.
Undirritaði kunnaði reiðaríini um ætlaða býtið, og grundarlagið undir tí, á fundi 2. mars 2009. Síðani fingu reiðaríini høvi at gera skrivligar viðmerkingar til uppskotið. Reiðaríini nýttu høvið, hvør sær, at gera viðmerkingar til uppskotið, og vóru tey ikki á einum máli um, at uppskotið frá Fiskimálaráðnum var nøktandi. Okkurt av reiðaríunum var ónøgt við tíðarskeiðið, ið varð lagt til grund, okkurt metti, at virðisøking av ráfiskinum skuldi vigast inn í býtið, meðan okkurt metti seg at vera øðrvísi viðgjørt við atliti at tal av loyvum sum grundarlag.
Fiskimálaráðið tók onkrar viðmerkingar til eftirtektar, men metti, at aðrar ikki góvu grundarlag fyri at broyta uppskotið.
Til nr. 14
Tað er ikki nøkur ávís orsøk sum so, uttan hon, ið hevur við skynsama gagnnýtslu at gera. Einsæris kunnu loyvini nýtast til gagnnýtslu av svartkjafti í størri ella minni mun, men í flestu førum eru fleiri loyvi ogn hjá konsernum, og hesar konsernir kunnu brúka loyvini við teimum eindum, ið virka best við atliti at skynsamari gagnnýtslu. Júst hetta er kjarnin í skipanini við eginkvotum.
Til nr. 15
Hugtakið ”loyvislutur” sipar til, hvussu stórur prosentpatur av kvotuni verður býttur millum tal av loyvum, ið eru í býtinum. Tað er ikki eftirkannað, hvørt hetta hugtak er nýtt aðrastaðni, ella er skrásett í føroyskari orðabók.
Til nr. 16
Onki av teimum skipum, sum eru grundarlag undir tillutingini av kvotupørtum, hava royndarloyvi ella fyribilsloyvi til svartkjaftafiskiskap. Eg kann tó nevna, at gamli Næraberg, sum kom í flotan í februar 2000, fram til á heysti sama ár var undir eini royndarskipan. Eftir tað virkaði skipið – og skip, ið loyvið seinni varð flutt á – undir somu treytum, sum øll onnur føroysk skip.
Til nr. 17
Ídnaðarskipini eru vorðin partur av svartkjaftabýtinum, tí tey hava havt fiskiloyvi at fiska svartkjaft í altjóða sjógvi, í ES sjógvi og í føroyskum sjógvi.
Fram til 2007 var treytin í loyvunum hjá ídnaðarskipunum tó, at svartkjaftur í føroyskum sjógvi, bert kundi avreiðast til matna.
Spurningur var settur við, um heimild var at seta hesa treyt í fiskiloyvini hjá ídnaðarskipunum. Ivi var eisini, um løgtingslóg nr. 85 frá 1997 um endurgjald til ídnaðartrolarar fyri frátikin veiðirættindi í føroyskum sjógvi bert fevndi um ídnaðarveiðu við smámeskaðum botntroli ella um alla veiðu hjá ídnaðarskipum í føroyskum sjógvi, harvið eisini svartkjaftafiskiskap.
Gjaldið til ídnaðartrolararnar fyri at siga frá sær veiðiloyvi til ídnaðarveiðu á ytru føroysku landleiðini varð latið, tí nógv hildu, at hjáveiðan av hýsuyngli var ov stór í hesum fiskiskapi, og at hetta kundi forkoma hýsustovninum við Føroyar.
Somuleiðis var greitt, at tað ber illa til at sammeta fiskiskapin við smámeskaðum botntroli eftir serliga hvítingsbróðuri við íblandi av hýsuyngli við fiskiskap eftir svartkjafti við flótitroli. Talan er um ymiskar veiðihættir og ymisk fiskasløg. Í hesum sambandi kann eisini verða víst til kunngerðina um veiðiloyvi til føroysk skip, har tað í fiskiskapinum á føroysku landleiðunum verður skilt ímillum veiðiloyvi til “veiðu við smámeskaðum ídnaðartroli á ytru landleiðini” og veiðiloyvi til “svartkjaftaveiðu við flótitroli á ytru landleiðini”.
Spurningurin var tí, um tað var rætt at halda fast við kravið um, at ídnaðarflotin skal avreiða svartkjaftin til matna, ella um hesin parturin av flotanum skal sleppa at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi uttan treytir um, hvat svartkjafturin skal nýtast til.
Niðurstøðan í málinum var, at treytin um fiskiloyvi til svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi ikki er heimilað í lógini um vinnuligan fiskiskap. Mett var somuleiðis, at treytin hevur sín uppruna í løgtingslóg nr. 85 frá 6. juni 1997 um endurgjald fyri mist veiðiloyvi til “veiðu við smámeskaðum ídnaðartroli á ytru landleiðini”.
Tí var gjørt av at strika treytina í fiskiloyvinum hjá ídnaðarskipunum um, at veiðan av svartkjafti í føroyskum sjógvi bert kann avreiðast til matna. Ídnaðarskipini hava síðani verið viðgjørd á jøvnum føti við onnur skip, sum hava havt loyvi at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Lagt kann vera afturat, at málið var fyri á landsstýrisfundi í mars 2006, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fekk undirtøku fyri at strika kravið um, at ídnaðarskipini bert kundu fiska svartkjaft til matna í føroyskum sjógvi.
Til nr. 18
Nei, undirritaði kann ikki gera greiði fyri, hvussu stóran part av samlaða býtinum útlendsk kapitaláhugamál eiga ígjøgnum teirra samlaða ognarlut í feløgunum, sum eru við í býtinum.
Fiskimálaráðið ger eitt stórt arbeiði fyri at eftirkanna eigara- og avgerðarviðurskiftini hjá fiskiførum heimahoyrandi í Føroyum. Eftirkanningin vísir, at eigara- og avgerðarviðurskiftini eru í samsvari við ásetingarnar um, at útlendingar ikki kunnu eiga meiri enn 1/3 av partapeninginum, og ikki kunnu hava meir enn 1/3 av atkvøðu- og avgerðarrættinum í feløgunum.
Til nr. 19 og nr. 20
Málið var umrøtt sum kunningarmál á landsstýrisfundi tann 9. mars 2009.
Eg kunnaði landsstýrið um ætlanina at broyta skipanina við eginkvotum og fekk undirtøku fyri ætlan míni í síni heild.
Til nr. 21
Eg legði eitt upprit fyri landsstýrisfund tann 9. mars 2009. Uppritið var viðgjørt á nevnda fundi, og mær var ikki álagt at venda aftur á seinni landsstýrisfundi við endaliga býtinum.
Til nr. 22
Onki skip hevur fingið útlutað aðra kvotu fyri svartkjaft, men Fiskimálaráðið hevur samskift við partar av vinnuni viðvíkjandi møguligum ynskjum um at tilluta sild heldur enn svartkjaft, tí parturin av svartkjafti er lítil eins og møguleikarnir at gagnnýta hendan partin optimalt eru avmarkaðir.
Til nr. 23
Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur samskift við allar partar av vinnuni – uppsjóvarvinnuna sum aðrar partar. Sum landsstýrismaður havi eg ikki varhugan av, at ávísir aktørar ógrundað hava meiri samskifti við Fiskimálaráðið enn aðrir.
Umsitingin í Fiskimálaráðnum hevur, sum allir almennir myndugleikar, skyldu at skriva niður upplýsingar viðvíkjandi veruligum umstøðum, ið hava týdning fyri eini avgerð, sum Fiskimálaráðið skal taka.
Til nr. 24
Nei. Tað hevur ikki verið ætlan landsstýrisins at selja svartkjaftakvotuna á einum fiskirættindamarknað. Spurningurin um brúksskyldu verður ætlandi umrøddur í eini nevnd ella arbeiðsbólki, ið verður settur í næstum at viðgera spurningar innan fiskivinnulóggávuna, sum staðfest er í samgonguskjalinum.
Til nr. 25
Vísandi til svarið til nr. 6 hevur landsstýrismaðurin kunnað vinnuna um, at samgongan er samd um, at býtið, sum er farið fram, bert er galdandi fyri 2009.
Landsstýrismaðurin arbeiðir framhaldandi við málinum og kann tískil ikki siga, hvussu endaliga niðurstøðan verður.
Fiskimálaráðið, 4. mai 2009
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður




