Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestmanna Kirkjukór syngur jólasálmar

Tíðindaskriv

Komandi sunnudag, sum er 1 sunnudagur í advent, verður adventshugni í Vestmanna kirkju.

Vestmanna Kirkjukór fer at syngja jólasálmar/sangir.

A skránni eru eisini 3 solosangarar: Bergtórur Bjarkhamar, Erla úr Dímun og Birita Poulsen. Ólavur Højgaard saman við Niels Olsen á harmoniku syngja jólasangir.

Undirspæl hava Heðin Kamsdal og Martin Restorff Jacobsen. Konsertin er kl 19.00, og øll eru hjartaliga vælkomin. Aftaná er kaffi í kjallaranum