200 fólk taka ímóti uppisjóvarskipinum á bryggjuni í góðveðrinum í dag
Tað er stórur dagur í Vestmanna í dag. Partafelagið Vestmanna fiskavirkið hevur keypt Vestmenning frá partafelagnum Hvalnesi í Klaksvík.
Skipiđ er bygt í 1996 og hevur veriđ kallađ Høgaberg og Margret. Skipið er 73 metrar og lastar 2300 tons. Í januar 2021 kom skipið á Klaksvík og er nú selt til Vestmanna.
Vestmenningar hava keypt skipið fyri 45 milliónir krónur
Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu helt røðu og tað gjørdi Eyðun Olsen, reiðari eisini.












