Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestmenningur verður ikki við

Norðlýsið

Kappróður: Vestmenningur hevur seinastu tvey árini givið Klaksvíkingi harða kapping, men í ár verður eingin Vestmenningur at síggja í kappingini hjá 10-mannaførunum, staðfestir formaðurin í róðrarnevndini hjá VÍF.

Vestmenningur endaði á 2. plássi í FM kappingini í 2011, meðan teir samanlagt blivu nummar 3 í 2012. Men bæði árini vóru teir væl við í oddinum og hóast teir ongan róður vunnið hesi bæði árini, so manglaði ógvuliga lítið í á fleiri stevnum. Vestmenningur hevur tí verið við til at hildið lív í 10-mannafars róðrinum, har fáir bátar hava verið seinnu árini. Men í vetur hevur tað ikki eydnast at manna hvít/grøna bátin. Finnur Johannesen er formaður í róðrarnevndini hjá VÍF.

– Vit hava gjørt eina roynd í vetur, men tað hevur ikki eydnast at manna Vestmenning til í ár. Tí bendur alt í løtuni á, at eingin Vestmenningur verður við í ár, sigur Finnur Johannesen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.