Vesturvón fór í morgun at sigla heim eftir ein ordans roktúr í Barentshavinum. Vesturvón legði frá Føroyalandi 7. mars og kastaði fyrstu ferð Grækarismessukvøld. Nú er hann fullfermdur við lidnari vøru.

Vesturvón tekur góð 800 tons, áleið 815-20 tons. Hesi tonsini eru fiskað í 39 døgn og er tað einki minni enn ótrúligt. Hetta eru í miðal 21 tons um døgnið.
Veðrið hevur verið gott allan túrin. Ikki hevur verið á nøkrum sinni neyðugt at ligið bakk. Fleiri dagar hava verið við dýrdarveðri og mest sum logn.
Hetta er allarhelst seinasti túrur hjá Vesturvón í Barentshavinum. Reiðaríið hevur keypt nýtt skip, sum skal koma ístaðin fyri Vesturvón. Vesturvón fer sín seinasta túr við føroyskari manning í Irmingarhavið at fiska kongafisk, so skjótt hann er klárur aftur til fiskiskap.
Vesturvón hevur verið nógvar góðar túrar í Barentshavinum síðani hann kom í føroyska flotan í 1987. Hesin túrurin mann helst eisini teljast millum teir bestu.
Skipari hendan túrin hevur verið Eyðun á Bergi.
Her eru nakrar myndir frá túrinum: