Fríggjakvøldið 31. jan. kl. 21.00 í Tøting.
Fríggjakvøldið 31. jan. kl. 21.00 í Tøting.
Vetrarjazz er ein árliga afturvendandi jazzfestivalur, sum verður hildin í Tórshavn í vikuskiftinum næst mánaðarskiftinum januar/februar.
Eitt teldubrævaskifti millum jazztónleikarar í eftirjólatíðini 2008 endaði við tí úrskurði, at ein jazzfestivalur hevði hóskað væl um veturin, tá tað kennist sum tað enn er leingi at bíða eftir summarinum, sum er so ríkt í tónleiki. Vetrarjazz skuldi tiltakið eita, og endamálið var tá – og er enn – at kjarnin í einum tílíkum festivali eigur at vera tað lokala tónleikaumhvørvið.
Vetrarjazz 2009 var fyrsta útgáva, og síðani hevur Havnar Jazzfelag skipað fyri festivali á hvørjum ári.
Hóast tiltakið higartil bert hevur verið í Havn, er Tónleikasamtakið Grót í Gøtu, við hugnaliga spælistaðnum Tøting í Syðrugøtu, eisini sloppi upp í part.
Laila av Reyni er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, sniðgevi, undirvísari og innanduraarkitektur. Hon hevur verið mest kend fyri at skapa vakrar kjólar, eitt nú hevur tann danska modellin til Miss World 2012 gingið á catwalk í kjólum sum Laila hevur sniðgivið.
Quarter to Three er ein rímuliga nýggjur bólkur úr Klaksvík, sum tó er mannaður við royndum tónleikarum. Bólkurin hevur enn ikki útgivið nakra fløgu, men lagið Saman Við Tær, hevur verið nógv spælt føroyskum útvarpi.
Manningin í Quarter to Three er:
Dánjal Kjærbo – Sang/Guitar
Magni Husgaard – Klaver
Jógvan F Baldvinsson – Bass
Jens Pauli Joensen – Trummur




