Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vetrarkappingin avgjørd í morgin og FM 10 km

Treysti

Leygarmorgunin kl. 11.00 verður sjeynda og seinasta umfar í Vetrarkappingini runnið í sambandi við árligu Várkappinginga í Runavík. Hetta verður samstundis FM í 10 km renning. Runnið verður á DAF-góðkendu 10 km rutuni.

Tað eru Treysti og Roysnið, sum skipa fyri. Støðan í Vetrarkappingini 2012/13, undan seinasta umfarinum, er at finna her. Sum sást á støðuni, so eru flestu bólkarnir avgjørdir undan seinasta umfarinum, men onkrastaðni er spenningur um annað- og triðjapláss. Í Vetrarkappingini sum telur sjey umfør, eru tað fýra tey bestu umførini, sum telja við, og hevur rennari luttikið í fimm, seks ella sjey umførum, so verða latin bonusstig fyri tað.

Byrjað bleiv við kappinigini Runt Agnið í november, síðani hevur verður runnið í Havn, Sørvági, Hoydølum, Fossánesi og Trongisvági, og seinasta umfar verður so í Runavík í morgin. 

Veðurforsøgnin fyri leygardagin sær góð út, og talan plagar at verða um góðar tíðir í Runavík, so fortreytirnar síggja góðar út fyri eini spennandi rennikapping leygardagin. Luttøkan plagar altíð at verða góð og tað vóna fyriskipararnir eisini hesuferð.


Guttorm Sørensen, sum vann FM í fjør, er skaddur, so nýggjur vinnari skal finnast í ár

Eins og í summar, so verður runnið á góðkendu 10 km rutuni. Allir bólkarnir byrja samstundis kl. 11.00. 

Bólkarnir eru:
– Kvinnur/menn opin bólkur – 10 km (f. -1996)
– Kvinnur veteranar/Menn veteranar – 10 km (f. 1958-67)
– Menn superveteranar – 10 km (f. -1957)
– Kvinnuunglingar/Mansunglingar – 10 km (f. 1992-1996)
– Gentur/Dreingir – 5 km (f. 1997-2001)

 
Veðrið var frálíkt seinasta summar tá góðkenda rutan bleiv runnin fyrstu ferð

Rutan
Eins og í tá FM 10 km var í fjør, so verður byrjað omanfyri Kiosk Vár. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir. Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið. Tey ungu renna eftir somu rutu, men byrja við 5 km skeltið, og koma á mál sama stað sum tey vaksnu.

Kort Runavik
Á kortinum sæst rutan í Runavík.

Skifting fer fram í Ítróttarhøllini í Runavík. Startnummarið skal avheintast í kantinuni í Skúlanum við Løkin í seinasta lagi kl. 10.45.

 
Heiðursmerkja- og steypahandan verður í kantinuni kl. 12.30. Tá verður eisini kaffi/te og annað gott at fáa.

Harleyfacadeacryl