Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vetrarveður næstu dagarnar

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í morgun er útsynningur,; vindferðin er í miðal 14 til 18 m/s. Eitt skrið. Hitin er máldur til 6 stig við veðurstøðirnar, sum ikki liggja uppi í fjøllum ella skørðum. Tær vísa 1 ella 2 stig minni hita. Tað er luft kølin av Norðpólinum, vit merkja um okkara leiðir.

Lágtrýstið, sum stýrir veðrinum um okkara leiðir, er tað framvegis tað sama, sum gav okkum illveðrið í gjár. Tað fer at flyta seg eystureftir í dag; ættin í Føroyum fer at broytast til útnyrðing. Vindferðin fer at vera tann sama sum nú: kvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s. Hetta verður seint seinnapartin ella í kvøld. Kalda luftin gerst óstøðug, tá ið hon kemur yvir økið kring okkum, tí kunnu væntast æl við heglingi og toruslátri.

Hitin í dag fer at liggja um tey 6 stigini.

Í morgin og fríggjadagin fer køld luft at reka ímóti okkum av leiðunum kring Norðpólin. Vindferðin fer at liggja ímillum hvassan vind og storm. Tað fer tí at kølna; fríggjadagin fer hitin at liggja um frostmarkið.