Fyrireikingarnar ganga væl, sigur Hans Olivur Joensen, ið er ein av høvuðsfyriskiparunum til tónleikatiltakið Við Brúnna, ið verður við felagsskúlan á Oyrabakka leygardagin.
Tiltakið var fyrstu ferð í fjør, og tá eydnaðist tað væl.
– Vit vóru væl nøgdir í fjør, og tað vóru gestirnir eisini. Í ár hava vit so royndirnar frá í fjør og tað ger alt lættari samstundis sum vit royna at betra ymisk viðurskiftir. Men fyrireikingarnar ganga rættuliga væl, sigur Hans Olivur Joensen.
Við Brúnna byrjar leygardagin kl. 15.00 og heldur á til langt út á náttina. Millum bólkarnar sum spæla í ár eru Alex Bærentsen, Kristina Bærentsen, Flamma, Signar í Homrum og Týr.




