Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Brúnna kunngerð 4 tey fyrstu nøvnini

Tíðindaskriv

Tey fyrstu nøvnini, sum verða kunngjørd ísamband við tónleikatiltakið Við Brúnna, sum verður á Oyrarbakka leygardagin11. Juli, eru fýra tónleikarar úr økinum: Janus Trúgvason úr Hósvík, búsitandií Danmark, Tummas Jóhan Larsen av Eiði, Marni Kruse av Oyrarbakka og Signar íHomrum úr Kollafirði, búsitandi í Streymnesi.

Janus Trúgvason hevur spælt tónleik í nógv árog framførir ofta til tiltøk niðri. Janus er væl kendur úr tí vælumtóktabólkinum Safir, har hann spældi saman við Tór Verland Johansen.

Eitt av nýggjaru nøvnunum Við Brúnna verðurTummas Jóhan Larsen av Eiði. Tummas er 22 ára gamal og syngur og spælir guitar.Hann hevur fyri tað mesta framført í lokala umhvørvinum, men hevur tó verið ífinaluni í bæði tónleikakappingini Sement og Singer/songwriter kappingini áður.

Marni Kruse er ein ungur og spennanditónleikari av Oyrarbakka. Hann framførdi eisini við Brúnna í fjør. Marni hevurseinastu tíðina verið nógv frammi í útvarpinum við sangunum “BackTogether”, “Boombox Songs” og “She’s Beutiful”. Fyrireikararnirgleða seg sjálvandi eisini til at fáa ein sera vældámdan Signar í Homrum ápallin. Nógv onnur tónleikanøvn verða kunngjørd næstu vikurnar.