Í morgun snimma Skipaði Norðoya Gongufelag fyri áhugaverdum gongutúri til teir fýra býlingarnar í Klaksvík, har Jógvan Ravnsfjall var frásøgumaður.
Túrurin byrjaði á Uppsølum í morgun klokkan átta. Jógvan Ravnsfjall greiddi frá týdningin av jørðini í tíðini áðrenn føroyingar veruliga fóru at troyta sjógvin, og hvussu tað gjørdist alt meira trongligt á Uppsølum og fólkið fór at seta seg niður aðrastaðni.
Í Vági varð eisini greitt frá búsetingum har og jørðini. Ikki minst forvitnislig er søgan um kirkjugarðin og kirkjurnar í Klaksvík, sum frá fornari tíð hava staði í Vági.
Á Myrkjanoyri ella á Biskupsstøð var sjálvandi Nólsoyar Páll nevndur og greitt var frá um Dannebrogsmannin og viðurskiftini ímillum jørðina í Gerðum og á Biskupsstøð.
Í Gerðum var dvølt undir norðurendanum á Norðistovu, har Jógvan Ravnsfjall greiddi frá um teir ymsu stóru menninar í Gerðum og um skalvalopini og búsetingarnar har .
Morgunin byrjaði væl uppi á Uppsølum til veður, men longu tá komið var oman í Vág, gjørdist eitt sindur vátt og tað versnaði ímeðan fylgið var á Biskupsstøð, so tá komið varð niðan í Gerðar, mundi fylgið vera nærum hálverað.
Tó, ein sera viðkomandi og forvitnisligur gongutúrur. Jógvan Ravnsfjall er ein meistari at siga frá og hevur eina ótrúliga vitan um samfelag okkara.




