Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við hava fult álit á leiðsluni á Dimmalætting

John William Joensen

sigur Lisbeth L. Petersen, forkvinna í P/F Dimmalætting sum hevur lýst til eykaaðalfund í morgin.

Sum øllum kunnugt hevur tað verið eitt sera trupult ár hjá Dimmalætting, sum fyri kortum noyddist at stongja Vikublaðið og Vinnuvitan og siga eina rúgvu av starvsfólki úr starvi.

Í morgin er so eykaaðalfundur og forkvinnan í Dimmalætting, Lisbeth L. Petersen, vónar at tað ringasta ódnarveðrið er av á hesum sinnið.

Tað hevur ljóðað at stjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen, ikki skuldi sita tryggur í stjórasessinum, men hesum vísir forkvinnan aftur.

– Tað hava sjálvandi gingið nógvar søgur seinastu tíðina, men eg kann sláa fast at nevndin í felagnum hevur fult álit á stjóranum og leiðsluni á Dimmalætting.

– Tað sá so spennandi út tá vit fyri stuttari tíð síðan keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið – men fortreytirnar broyttust so ómetaliga skjótt.

– Hendan tíðin við uppsøgnum og húsagangi hevur verið sera trupul og hevur lagt eina sera stóra arbeiðsbyrðu á leiðsluna – men nú vóna vit at umstøðurnar fara at loyva okkum at hyggja frameftir.

Hava mist milliónir
Lisbeth L. Petersen vil einki siga um hvussu nógvan pening Dimmalætting hevur mist uppá Vinnuvitan og Vikublaðið.

– Tað mugu fólk bíðja við til roknskapurin verður almennur, men eg kann siga so mikið at hetta hevur kostað okkum dýrt.

– Dimma eigur stórar ognir og er tí eitt sterkt felag, men vit áttu nógvan tøkan pengin og hesin er so at siga burtur.

– Meirilutin av partapeninginum verður framhaldandi í familjuni, men á eyðkaaðalfundinum í morgin verður broyting framd í reglugerðini – sum m.a. merkir at starvsfólkini sleppa at velja umboð í nevndina.

Nýggir nevndarlimir

Forkvinnan vil einki siga um hvussu nýggja nevndin fer at síggja út, men frá keldum frætta vit at Heini Gaard skal verða í uppskotið vegna starvsfólkini á Dimmu.

Harumframt eru sambat somu keldum, Árni Joensen og Schumann Hjaltalin í uppskoti til nevndina.

Fara at rógva longur út á alnótina.
Lisbeth L. Petersen sigur at Dimmalætting hevur ætlanir um at fáa meira burtur úr alnótini.

– Heimasíðan hjá okkum er meira livandi í dag, men vit hava sum so ikki gjørt nakað við at vunnið pening burtur úr hesum partinum av virkseminum.

– Allir fjølmiðlar hava tað trupult í løtuni, eisini í londunum rundan um okkum, men alnótin er ein spennandi avbjóðing.

– Tað er umráðandi allatíðina at fylgja við gongdini og tí er nærliggjandi at vit í framtíðini fara at royna okkum meira á netinum.

—–

Um dimmalætting (www.dimma.fo)

Stovnað: 1877

Hjánavn: Færø Amtstidendes Bogtrykkeri

Partapeningur: kr. 570.650

Forstjóri: Árni Gregersen

Nevnd: Lisbeth L. Petersen, forkvinna
Benny Samuelsen, næstformaður
Beate L. Samuelsen
Alfred Petersen
Olav Guttesen

Harleywoodpaint