Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við jólatrænum í Vágstúni verður sett gongd á jólastákanina

Oliver Joensen

 Í kvøld klokkan 19 verður jólatræið í Vágstúni tendrað. So er jólastákanin rættuliga farin ígongd. Vit vóru í býnum í gjárkvøldið við myndatólinum.

Júst tá vit vóru við Klaksvíksveg 1, bleiv jólatræið royndarkoyrt og tað sær rættuliga gott út, sera stórt og rúgvusmikið. 

Sum vera man er nakað síðani at vit byrjaðu at síggja fyrstu tekini um jólini fyri framman. Tó, seinnu árini hevur tað verið alt meira vanligt at fólk tendra tað vit fyrr kallaðu jólaperur so skjótt á heysti sum dagurin byrjar at vera myrkur. Tað er líkasum fjálgari við eitt sindur av ljósi eru vit nøkur í hvussu so er sum halda.

Handilsfólkini eru ofta tey, sum fyrst lata okkum vita, at jólini eru fyri framman, vit hugdu gjøgnum onkrar framsýningagluggar og ikki sørt, at bygningar kring um í býnum nú hava fingið rættuligt jólapynt upp at hanga.

Jóin Sigurðsson hevur tikið nakrar av myndunum.