Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Norðlýsinum, Alex Sólstein og Atlantic Airways til Onglands

Hannefía Joensen

Vitja staðið har Churchill og Shakespeare vóru bornir í heim. Ferðin gongur til sermerkta økið Cotswolds í Bretlandi frá 2. til 6 oktober.

AVMARKAÐ LUTTØKA
__________________________________________

Skrá:

2. oktober

Bussur stendur fyri okkum á Stansted flogvøllinum og koyrir okkum til Coventry. Her verður tíð at síggja býin og teir báðar katedralarnar, verðinskenda Cathedral of St Michael við kendu altartalvuni, sum er eitt stórfingið veggjatjald, stóra dópsvindeygað og bronsumyndina hjá Epstein av St. Michael, sum berjist móti hinum ónda, eins og vit vitja leivdirnar av gamla katedralinum, sum varð bumbaður í
“Blitzinum” í 1940, og sum seinni gjørdist eitt symbol fyri fri  og sáttargerð.

Døgurði og gisting á hotelli.


3. oktober

Enskur morgunmatur á hotellinum.

Startford-upon-Avon er kendur fyri at vera føðistaður verðins størsta sjónleikaskald, William Shakespeare. Vit vitja føðihúsin frá Tudor-tíðini (15. og 16. øld) og fáa eitt innlit í barndómin við stovu, sovirúmi, køki, matgoymslu og handska-makara-verkstaðnum hjá pápanum. Vit fáa tíð at hyggja at hugtakandi torgbýnum og gøtunum við smáhandlum framvið.

Seinnapartin koyra vit gjøgnum øki í Onglandi, sum er kent sum Cotawolds við sjarmerandi gomlum sethúsum við húnangslittum veggjum og hálmtekjum, torgbýum við krókutum hálv-timbuthúsum fram við høvuðsgøtuni, gamlir steinkrossar í heyggjutta lendidum (wolds merkit heyggur), sum er so eyðkent fyri Ongland. Her hevur í langa tíð verið framleiðsla úr træ.

Døgurði og gisting á hotelli.

4. oktober

Enskur morgunmatur á hotellinum

Henda morgunin vitja vit Oxford, the “City of Dreaming Spires”, har kvirra landslagið hevur hugtikið ættarlið av lesandi, m a. Bill Clinton, og rithøvundar sum Lewis Carroll, sum skrivaði “Alisa í Ævintýrlandi”,  C. S. Lewis, sum skrivaði “Narnia” og Tolkien við “Lord of the Rings”.

Á gonguferðini vitja vit Christchurch, har upptøkur vórðu gjørdar til filmin um Harry Potter o. a.

Seinnapartin verður farið til Blenheim Palace. Hetta meistaraverkið varð bygt í 1707 av John Churchill, fyrsta Hertoganum av Marlborough, á lendi, sum varð givið honum av Onnu drotning sum tøkk fyri sigurin á fransmonnum í striðnum við Blenheim.

Seinni er hetta slottið kent sum føðistaðið hjá Winston Churchill.

Vit vitja hetta sermerkta húsið við State Rooms, Great Hall og stóra bókasavninum. Alt við sera nógvum skreyti, men kanska er urtagarðurin og økið rundan um av størri áhuga. Brown sniðgav rundan um eitt vakurt vatn og vakstrargarð, rósugarður, vatnterrassa og italski garðurin.

5. oktober

Enskur morgunmatur á hotellinum

Hendan morgunin verðu fyrst steðgað vit Lecock Abbey frá 13. øld, har nógvir tilburðir úr Harry Potter eru upptiknir.
Kleystrið varð grundað 1232 og hevur undrunarverdar miðaldar kleystur- og bogagongdir, fundarhús fyri kleysturbrøður og sakresti.

Byrjað verður við Mill Dene Garden, eina 2 “acre” Cotswolds vatnmillu garður, við grasfløtum, hyli, einum løki, helli, rósugongd, og stórbærum útsýni yvir lendið í Cotswolds. Her fara vit at hugna okkum við siðbundna cream tea.

Døgurði á hotellinum í Cotswolds økinum.

6. oktober

Enskur morgunmatur á hotellinum.

Verða flutt við bussi til Stansted Airport haðani flogið verður aftur til Føroya við RC365 klokkan 12.15.
_______________________________________________

Prísur fyri hvønn 6300,-
Eyka fyri einakamar 800,-

Við í prísinum:
Flogferð, innivist við morgunmati, døgurið allar 4 dagarnar, flutningur við bussi, allar útferðir

Tilmelding
Tilmelding á Norðlýsinum á tel. 45 62 85 í vanligari arbeiðstíð
Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 25. august 2008 kl. 16.00.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum í skránni.