Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Við Sjálvstýri er ferðavinnan í tryggum hondum

Hjalmar Zachariassen

Við góðum vilja og heitum hondum kunnu vit menna ferðavinnunan enn meira. Sum eina vinnugrein og við fingramerkinum av okkara egna samleika.

 

Nógv orka er seinastu árini nýtt fyri at fáa í lag nýggja lóg um ferðavinnu. Tað hevur verið mikið stríð í millum tey, sum vilja hava ferðvinnuna sentralt stýrda úr miðstaðnum, og føroyska jarðareigaran. Nýggja lógin leggur ábyrgd út á kommununar, og lat ongan iva vera um, at Sjálvstýri er flokkurin, sum arbeiðir fyri at rættindini hjá bøndum og óðalsfólki verður virdur.

Møguleikanir í ferðvinnuni eru stórir og er tí tann náttúligi møguleikin at fáa okkara bygdasamfeløg aftur at blóma.

Nú tá ferðvinnan tekur dik á seg, er tað týdningarmikið, at kommunan, í samráð við jarðareigarar og lokala ferðavinnuráðið, ásetir krøvini kring hesa vinnugrein. Tí, sum allar arðar vinnur hevur hon ávirkan á umhvørvið.

Ófrættakenda rákið við all-inclusive hópferðavinnu frábiða vit okkum. Tað ber ikki til at torvur av ferðafólki koma við innfluttum matpakkanum at vitja okkara náttúru, uttan at leggja stórvegis eftir sær.

Sjálvstýri vil at ferðavinnan er skipað undir føroyskum viðurskiftum.

  • Ferðavinnan skal vera samtykkjugrundað. Ognar- og avgerðarrætturin liggur hjá teimun sum varða av jørðini.
  • Vinningurin skal fella, har ferðvinnan gongur fyri seg.
  • Ferðavinnan skal vera umhvørvisvinarlig
  • Ferðavinnan skal taka hædd fyri náttúruni, djóralívinum og landbúnaði í Føroyum.
  • Ferðavinnan skal vera stuttflutt og góðskurík.
  • Ferðavinnan skal ikki gera seg inn á siðarvin.

Hettar stendur í andsøgn við hópinnflutta ferðvinnu, ið dálkar nógv og ikki tænir áhugamálinum hjá norðingum.

Við góðum vilja og heitum hondum kunnu vit menna ferðavinnunan enn meira. Sum eina vinnugrein og við fingramerkinum av okkara egna samleika.

Hjalmar Zachariassen X við Sjálvstýri