Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Við Svørðum og gøssum

Oliver Joensen

Politiið í Føroyum er danskt og fylgir donskum mannagongdum. Afturat telefonnummarinum 1448 hava vit nú fingið 114, sum er munin skjótari at ringja.

Um gamla nummarið 1448 verður sagt á Wikipedia, at tað var politiið í Keypmannahavn í av fyrstan tíð fekk hetta telefonnummarið, tað var afturi í 1925. Orsøkin skuldi vera at tað var lætt at skilja, tá ein ringdi á telefonsentralin og boðaði frá onkrum.

Onkur hevur síðani funnið út av, at 1448 svarar til eitt vers í bíbliuni, nevniliga Markus 14. kap. vers 48 sum sigur: “Jesus tók nú til orða og segði við teir: “Tit eru farnir út sum móti ránsmanni, við svørði og gøssum, at taka Meg!” – Men hildið verður ikki at hald er í hesi søguni við atlitið til telefonnummarið. Í samband við umskipanina av politinum er nú telefonnummarið 114 felags fyri politiið í Danmark. Nummarið stillar um til næstu politistøð. Lokalu 1448 numrini við tilhoyrandi økisnumrum eru framvegis virkin.