“Hetta er villasti pallur eg nakrantíð havi verið á” – Tað segði størsta føroyska sangkvinnan, Eivør Pálsdøttir, tá hon byrjaði sangløtu sína á Stórakneysa í Mikladali, frammanfyri standmyndini av Kópakonuni.
Pallurin er eitt, men umhvørvið har pallurin, ella Stórikneysi stendur á helluni í Mikladali beint fyri velduga norðuratlandshavinum. Her er náttúra, so tú kennir teg evarska lítlan tá landnyrðingurin vísir megi sína og stóran og ríkan, tá sólin sendir geislar sína á sjógv og land her.
Vit vóru ein túr við tyrluni hjá Atlantic dagin fyri sum kópakonan skuldi avdúkast. Tá vit komu til Mykladals, vóru ungir sjónleikaraspírar í ferð við at venja til framførðsluna tey skuldu hava um Kópakonuna dagin eftir.
Her eru myndir frá túrinum úr Klaksvík til Mikladals:




