Tað vóru ógvusligar myndir og greinar, sum vóru at síggja í bløðunum í farnu viku um Viðareiðisvegin.
Tað er av alstórum týdningi at bundið verður um heilan fingur nú, tí ein torir illa at hugsa tankan til enda, tá hugsað verður um Lorvíksfjarðartunnilin, sum helst verður liðugur innan tvey ár eru farin.
Viðingar og nógvir norðoyingar annars, ið dagliga troyta viðareiðisvegin kenna til vandarnar har, og eru so frægt á varðhaldi, sum tað nú einaferð ber til, tá farast skal eftir hesum vegnum.
Men tað er ov nógv kravt av teimum, sum um tvey ár koma aðrastaðni frá, at tey skulu vera kend við viðareiðisvegin og tunnlarnar norður um fjall, sum eisini eru lívshættisligir.
Sum skilst, so hevur verið tosað á hægsta stigi um sambandið úr Klaksvík og norður til Viðareiðis, men nakað ítøkiligt er í hvussu so er ikki komið fram alment enn.
Vit vita, at Landsverkið hevur skitsur liggjandi um tunnil úr Svartadali og norður um og eisini hava skitsuuppskot verið at sæð yvir tunnil til Viðareiðis.
Heili fimm ymisk uppskot um tunnlar á Viðoynni hava verið uppi og vent. Eitt úr Hvannasund, í Víkarbotn og inn í Dalar, trý ymisk uppskot við beinleiðis tunnli norður til Viðareiðis, eitt úr Hvannasundi og inn á Dalar.
Hvørja niðurstøðu okkara myndugleikar koma til at vera rætta loysnin, skal ikki dagar takast ímillum her, men tað er umráðandi at skjótt verður atborið nú, tí tað kann skjótt vísa seg at vera mannalív tað snýr seg um í hesum máli.
Viðareiðisvegurin gjørdist aktuellur í síðstu viku eftir áarlop eftir gloprarregn. Fyri framman stendur so kavatíðin aftaná jólini og hon hevur áður víst, at tað so sanniliga eisini kann vera vandamikið í kava at koyra til Viðareiðis.




