Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðbótin skal hækka sum lovað

Annika Olsen

Mikil orðadráttur er at siggja og hoyra i miðlinum um, at fólkapensjónin ikki hækkar sum ætlað. Almannamálaráðið var ikki spurt eftir nakrari ítøkiligari meting áðrenn fíggjarlógin bleiv samtykt. Nú er komið fram, at tær 10 mio, sum løgtingið játtaði til at hækka viðbótina við 350 kr frá juli mánað at rokna er ov lítið eftir okkara tykki.

Mikil orðadráttur er at siggja og hoyra i miðlinum um, at fólkapensjónin ikki hækkar sum ætlað. Almannamálaráðið var ikki spurt eftir nakrari ítøkiligari meting áðrenn fíggjarlógin bleiv samtykt. Nú er komið fram, at tær 10 mio, sum løgtingið játtaði til at hækka viðbótina við 350 kr frá juli mánað at rokna er ov lítið eftir okkara tykki. Ein loysn skal finnast á málinum so ella so, soleiðis, at fólkapensjónistarnir kunnu fáa sína hækkaðu viðbót sum lovað. Onki annað kann góðtakast.