Heimsmetið hjá KÍ kvinnunum fór ikki stillisliga aftur við borðinum. Afturat heiðirinum á vøllinum, var skipað fyri sera væleydnaðari móttøku í KÍ høllini. Aftaná tað, var hátíðarhald fyri innboðnum í Skálanum, har eitt nú allar 77 kvinnurnar, ið hava leikt við KÍ kvinnum síðani 2000 vóru boðin við.
Forsangarin í Aria, Jógvan Hansen var komin úr Íslandi til tiltakið og hann og Pætur við Keldu undirhildu eina løtu í Skálanum.
Stóra tiltakið við Aria var so seint leygarkvøldið og út á sunnunáttina í KÍ Høllini. Tiltakið var ókeypis og sera væl eydnað, eins og tiltakið í Skálanum eisini var framúr.
Her er eitt forkunnugt videobrot frá Aria í gjárkvøldið:




