Strandingar lógu til finalu pláss nærum allan dystin, men mistu púra høvdið seinasta álopið, tá teir skuldu tryggja sær avgerandi málið.
Strandingar lógu til finalu pláss nærum allan dystin, men mistu púra høvdið seinasta álopið, tá teir skuldu tryggja sær avgerandi málið.
KÍF byrjaði við einari sera góðari verju og STÍF hevði trupult við yvirhøvur at koma til skot fyrstu 10 minuttirnar, tá Rasmus Junker gekk á odda fyri KÍF í álopsspælinum. Men so byrjaði álopsspælið at koyra hjá STÍF við Sveini Justinussen á odda, sum antin skoraði ella spældi vengurnar leysar. Liðini fylgdust alla tíðina, men STÍF átti munin seinna part av fyrra hálvleiki. Javna gongdin helt sær í seinna hálvleiki, men tað var sjáldan at KÍF nærkaðist 3 máls leiðslu, sum var eitt krav fyri at koma víðari. Sum oftast javnaði STÍF út, tá KÍF kom á odda við einum. Men tá umleið 53 minuttir vóru farnir kom KÍF fyri fyrstu ferð á odda við trimum málum, tá støðan bleiv 22-19.
Men síðani kom STÍF aftur og ikki fyrr enn í 59. minutti kom KÍF aftur uppá 3 máls leiðslu, tá teir komu á odda 24-21 við máli frá Hans Eli Sigurbjørnsson, ið samanlagt var besti álopsleikarin og toppskjútti hjá KÍF. STÍF hevði síðani meir enn hálvan minutt til at skora avgerandi málið. Í hesum álopi fekk fyrst KÍF verju stýrimaðurin Rógvi Weyhe útvísing, tá 14 sekund vóru eftir og síðani fekk Rúni Joensen útvísing tá 5 sekund vóru eftir. STÍF kundi sostatt spæla bæði 6 og 7 (um teir skiftu málverjan út fyri álopsleikara) móti 4 seinastu 5 sekundini. Men teir valdu eina uppstilling, har teir royndu at snýta KÍF verjuna við at leggja upp til skot hjá Pætur Johansen ístaðin fyri Sveini Justinussen, sum tey flestu væntaðu. Men hetta hevði Magnus Múller í KÍF verjuni lisið av og so hevði Emil Dam í KÍF málinum lætt við at bjarga skotinum.
Eftir dystin var kjak um, hvørs STÍF átti brotskast ella ikki seinastu løtuna. Met um sjálvi í iPhone klippinum niðanfyri, har seinasta málið í dystinum eisini sást í einum klippi.
KÍF fór sostatt í finaluna vegna fleiri mál á útivølli eftir eina framúr spennandi hálvfinalu í høllini í Kollafirði.




