Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Framløga av bókini eftir Líggjas í Bø í Ósáskúlanum ídag

Oliver Joensen

Stór mannfjøld var komin saman í Ósáskúlanum ídag, tá Líggjas í Bø legði bók sína, Úrmælingur í 20. øld\”, fram ídag. Bókin er um vælkenda klaksvíkingin, Óla Jákup Jacobsen, sála.

Tað var abbasonur Óla Jákup Jacobsen, Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrv. borgarstjóri í Klaksvík, sum beyð vælkomin, Klaksvíkar Hornorkestur setti dám á løtuna við nøkrum løgum, og Steinbjørn O. Jacobsen hugleiddi um abba sín.

Jóannes Hansen, studentaskúlalærari (Jóannes hjá Karstin í Svínoy ummælti síðani bókina. Jóannes fór langt í frágreing síni um ættarbondini hjá Óla Jákup og endaði við at ummæla sjálva bókina.

Til seinast hevði Líggjas í Bø sjálvur nøkur orð um bókina og handaði síðani Jógvani Skorheim, borgarstjóra fyrsta eintakið.

Vit hava meira um framløguna her á síðuni seinni.