KÍ-hópurin var útferð við Draganum leygardagin. Teir fóru norður í Kalsvík, sum liggur í norðasta parti av Kalsoynni.
KÍ-hópurin hevði heitt á Hall Joensen um at spæla fyrr á degnum, men tað lá ikki fyri tað tíðspunktið. Men ístaðin fekk hópurin eina óvæntaða konsert norðuri í Kalsvík, tá tónar brádliga ljómaðu úr Miðmunnarholuni og bátur við Halli Joensen og Beddi Hansen kom at spæla fyri KÍ-hópinum í góða veðrinum, ið var hendan dagin. Myndirnar eigur Dragin. Sí brot frá konsertini niðanfyri.





