Ein fastur táttur á Norðoyastevnu er Klaksvíkar Hornorkesetur sum hevur spælt á øllum Norðoyastevnum síða orkestri varð stovnað í 1950
Ein fastur táttur á Norðoyastevnu er Klaksvíkar Hornorkesetur sum hevur spælt á øllum Norðoyastevnum síða orkestri varð stovnað í 1950
Í ár varð spælt á miðnáttarsamkomuni í Vágstúni Norðoyastevnuaftan og í skrúgongu úr Klaksvíksgarðinum heim í Vágstún Norðoyastevnudag.
Fyrr spældi Klaksvíkar Hornorkestur eisini til dyst sum KÍ vanliga spældi Norðoyastevnudag og kend eru orðini hjá Norman Edwards, sum stjórnaði Klaksvíkar Hornorkestur frá 1965 til 1969 at meðan hann stjórnaði hornorkestrinum hevði hann ikki uppliva nækran taptan dyst.
Eisiniplagdi Klaksvíkar Hornorkestur at spæla til kappróðurin Norðoyastevnuaftan.M.a. vóru teir umborð á báti sum silgdi tætt framm við bryggjuni á kappróðrarøkinum meðan spælt var fyri norðoyastevnugestunum.
Tætt samstarv hevur altíð verið millum Klaksvíkar- og Havnar Hornorkestur og ofta hava orkestrini stuðla hvør øðrum tá spælt var á Norðoyastevnu og á Ólavsøku.
Sí video niðanfyri




