Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Í dag hava minst 100 fólk latið lív í Vági

John William Joensen

VIDEO: Hesa døpru meting úttalaði Stærmose, lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, tá hann saman við sjúkrasystrum stóð og eygleiddi spreingingina og ógvisliga mold og grótrokið heimi í Vági, eftir at fýra bumbur frá týska flogfarinum raktu mitt í sjálvum hjartanum av Klaksvíkini, tann 26. Oktober 1941.

Norðlýsið saman við Ólavi Wolles eru í holt við at sjónbanda vitnir til hendingar í samband við at týska LuftWaffe søkti at Klaksvík.

Álopini á Klaksvík vóru fýra í tali.

(1) 10. oktober 1941. Týskt flogfar gjørdi álop í Klaksvík, bumbaði og skeyt, Fugloy sakk.

(2) 11. oktober 1941. Týskt flogfar gjørdi álop í Klaksvík, bumbaði og skeyt. Silva varð bumbað.

(3) 26. oktober 1941. Týskt flogfar slepti fýra bumbum niður yvir Klaksvík. Stórur skaði á húsini í Vági.

(4) 8. november 1941. Týskt flogfar gjørdi álop og skeyt í Haraldssundi og í Klaksvík. Polarstjørnan fekk stóran skaða av eini bumbu, men varð bjargað .

Sí (VIDEO) niðanfyri har vit hava klipt saman nøkur stutt brot av tí, sum vit hava filma higartil.

Hevur tú upplivað hendingar, sum hava samband við at týsk bumbuflogfør skutu og bumbaðu í Klaksvík ella kennir tú onkran, sum minnist, so send ein teldupost til jwj@nordlysid.fo