Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

VIDEO: Innbrot í Teldutænastuna í nátt

John William Joensen

Umleið kl. 03:00 í nátt varð innbrot framt í Teldutænastuni á Hálsi í Havn. Gerningsmenninir brutu ein rút og fóru avstað við fleiri teldum og aðrari elektroniskari útgerð. Meginparturin bleiv tó funnin aftur nærhendis.

Politiið hevur ongan illgruna til hvør gerningsmenninir eru og heitir tí á borgarnar um at boða frá um tey vita nakað um tilburðin.

Ein gráur ryggsekkur av slagnum Nike er funnin á staðnum. Um tú kennir ryggsekkin, boða vinarliga politinum frá áttlf. 341448.

Sí annars mynd av ryggsekkinum og vakmyndir frá Teldutænastuni.