Øgiligur endaspurtur: Tað var styrki og teknikkur á hægsta støði, tá Klaksvíkingur vann á Vestanstevnu leygarkvøldið.
Talan gjørdist um sera spennandi róður hjá 10-mannaførunum á Vestanstevnu. Keðiliga veðrið gjørdi, at tað til tíðir skifti skjótt í róðrinum um, hvør hevði bestu tøkini. Á upptøkunum síggja vit, at tá umleið 80 metrar eru eftir, er umleið hálv bátslongd á muni millum Suðuroying á fyrsta plássi og Klaksvíking á 2.plássi. Men leiðslan hjá Suðuroyingi verður tikin uppá 5-6 tøk í endaspurtinum. Tað kann vera, at veðrið spælir við í hesum tøkunum, men tað skal styrki og teknikkur á hægsta støði til, fyri at taka eina hálva bátslongd inn uppá 5 tøk.
Róðurin kann síggjast hjá Kringvarpinum HER. Tað er serliga frá 4.05, at hesin serstakliga effektivi endaspurturin hjá verandi og helst komandi føroyameistarunum kemur til sjóndar.




